Mikukvøldið 21. juni klokkan 19.00 kanst tú uppliva undirskógin í føroyskum bókmentum. Lesandi frá Ritlist á Fróðskaparsetrinum og Forlagið Eksil skipa fyri útgávutiltaki, nú RITLIST II: Antologi verður útgivin. Ritlist er partur av BA-útbúgvingini í listaligum arbeiði á Fróðskaparsetri Føroya.
Í hesi fínu útgávu við fimm smáum ritlingum savnaðir við einum elastikki, hava tey lesandi arbeitt við ymiskum tekstrøddum: ein framtíðardystopisk frásøgn um Føroyar, heimildaryrkingar, goymdar og gloymdar dagbókingar, monologar og stuttsøgur.
Tey sum skriva:
- Súsanna Tórgarð
- Katrin Joensen-Næs
- Durita Midjord
- Beinir Bergsson
- Rannvá Glerfoss
Tað eru Lív Maria Róadóttir Jæger og Kim Simonsen, ið hava ritstjórna og ssamskipa útgávuna við teimum lesandi.
Ritlist er partur av BA-útbúgvingini Listaligt Arbeiði á Fróðskaparsetri Føroya.
Upplestur verður úr hesum spildurnýggjum, fjølbroyttum tekstum, ið eru sprotnir úr arbeiði hesi seinastu 2 árini í Reinsaríðinum tann 21inda juni klokkan 20.00.
—
Ritlist II
Forlagið Eksil 2023
Rættlestur: Sanna Andrassardóttir Dahl
Prent: Føroyaprent
Sniðgeving: Billa Jenny Jónleifsdóttir
Bókin er sett við: Gulim/Batang
Kostnaður: 300 kr.




