Niðanfyri verður røðan, sum Niels Andreasen helt við jólatræið í Árnafirði í gjár, endurgivin
Gott kvøld øll somul, og hjartaliga væl komin til hesa løtu.
Tá Dávur Winter ringdi til mín og spurdi meg, um eg kundi siga nøkur orð her í kvøld, nú jólatræið skal tendrast, helt eg at eg skuldi royna, tí Árnafjørður stendur mær sera nær, mamma mín Mása kemur herfrá, uppi í lítli Mýri og mamma til pápa mín, Hild, omma kom úr Glasstovuni. Tá fór eg at hugsa um hvussu tað var at halda jól her hjá teimum. Hild omma fødd 1890 og tey vóru 12 børn í húsinum. Mamma mín fødd 1920, tey vóru 7 børn í húsinum. Tá kom eg at hugsa um sálmin hjá Símin av Skarði.
Nú ringja kirkjuklokkur so hátt
Við himmalskum gleðiljóði:
Tað stundar móti jólanátt,
Tá Jesus varð føddur hin góði.
2. Nú boðast friður víða um lond,
nú verður hin sjúki grøddur,
nú losna hørðu syndabond,
tí Jesus í nátt varð føddur.
3. Tó myrkur fyllir dalar og skørð,
og stormurin ýlir í gjáum,
so fjakkar Jesus enn á jørð
við sínum jólagávum.
4. Ei brim við strond, ei ísur í skor
kann Jesusi forða vegin;
hann stígur inn for fátæks mans borð,
har lítil er jólagleðin.
5. Ja, Jesus fer í smáttuna inn,
blíð orð hann við gomul talar,
hann klappar bleiku barnakinn,
av himni tá gleðin dalar.
8. Í Betlehem tann sólin upp rann,
um heimin hon út mundi leita,
at Føroya smáttum veg hon fann,
tí tøkk vit tær, Jesus, veita.
9. Øll ung og gomul, samlist nú brátt
og lýðið á gleðiljóðið:
Tað var um halgu jólanátt,
At Jesus varð føddur hin góði.
Símin av Skarði.
Nú vil eg taka nakað fram, sum skrivað er um hesa bygd, umstøðurnar at koma frá og til hjá tí fólki, sum her hevur búleikast, ikki hevur tað altíð verið lætt hjá teimum tá.
Beint undir gamla tingstaðnum á Køtlunum eini 300 metrar, liggur tann gamla bygdin Árnafjørður, nevnd longu í Hundabrævinum og ivaleyst uppkallað eftir einum landnámsmanni tí fyrsta, sum setti búgv her. Hon er bygdin í miðjuni, men so øvugt tað ljóðar, ein tann best burturgoymda bygd í Norðoyggjum kortini, ein innanoyggja útbygd! Gøtan norð um fjall, sum í øldir hevur verið høvuðsgongdin millum tær norðaru og sunnaru bygdirnar, gekk í einum penum boga uttanum Árnafjørð eini 300 metrar omanfyri.
Og valdu tey sjóvegin, so var sama lagi; Leiðin gekk uttan fyri Víkina.
Sjálvir komu Árnfirðingar tó ikki so sjáldan burtur úr bygdini, og tá gekk leiðin sum oftast til Klaksvíkar, har sóknarkirkja teirra stóð, sum var ramman um alt teirra krista lív frá vøggu til grøv. Her vóru tey doypt, konfirmerað, vígd og grivin-.
Vanlig gongd millum Árnafjørð og Klaksvík var 5 korter til 1 ½ tíma; ungir menn hava gjørt tað væl styttri enn so í góðum umstøðum, men eldri fólk skulu hava langa tíð, um tey í heila tikið bjóðaðu til at fara til gongu.
Áarskarð er 400 metur høgt og úr Árnafirði verður tað tungt beinavegin at taka seg upp og ikki at tala um í kava og hálku, tá var tað beinleiðis hættisligt. Mangar líkferðir vóru vandaferðir, og kortini blivu teir við at bera tey deyðu til sóknarkirkjuna í Klaksvík líka til 1925, tað árið kirkjugarður varð gjørdur her. Í 1937 kom kirkjan og datt kirkjugongdin til Klaksvíkar burtur.
Tað kann sigast at tað andaliga lívið hevur verið gott í Árnafirði í 1930 – 40 – 50 – 60 – 70 bæði við kirkjugongd og sunnudagskúla og møti.
Øll henda gongd í góðum veðri og óveðri hevur sjálvandi verið góð fyri heilsuna, og hildið fólkið í góðum formi.
Alt hetta fekk ein bráðan enda í 1967, tá ið hol var sprongt gjøgnum fjallið, og vegur gjørdur oman til Árnafjørð. Nú vit skriva 2021 verður sprongt fyri einum nýggjum tunli til Árnafjarðar.
Ein fantastiskur lætti fyri fólki í bygdini í miðjuni, sum higartil hevði verið best burturgoymd av øllum. Nú koma tey ómóð sitandi í bili gjøgnum fjallið, meðan 1000 ára gamlir varðar rapa og fyrndargøtur grasgrógva uppi yvir teimum.
Sjálvur kom eg at uppliva hettar at ganga um Árskarð, áðrenn koyrdandi var. Familjan var stór her, so vit vóru næstan allar ferðiurnar á árinum í Árnafirði, at ganga oman av skarðinum og koma oman til minuhúsið, so at renna kapp oman til mostur og Páll og mammubeiggjarnar, var nakað serligt. Koma inn í barnaheimið hjá móður okkara, har var altíð eitt væl dekka borð til okkum.
Tá ið vit høvdu etið, so fóru vit oman á vegin at vita, um vit sóu nakran at spæla við. Tá tað rann saman okkara millum, so bleiv spælt til seinn út á kvøldið. Tað eru nógv góð minnir, ið koma fram her, eg standi í kvøld. Eg kann minnast um kvøldið, tá veðrið var gott, stóðu nógvir menn her og tosaðu saman. Her kom nógv upp at venda.
Jólahaldið var í skúlanum og har komu nógv børn saman, vit dansaðu um jólatræið. Jólatræið hevið livandi ljós, so hoyrdu vit jólagleðiboðskapin og eina søgu, so fingu vit jólapakka.
Nú nærkast jólini 2021, og vit fara at minnast tá Jesus barnið var føtt. Í morgin er fyrsti sunnudagur í advent, og advent merkir koma. Tað er hann, sum profetarnir hava talað um, sum kemur. Jesus Kristus kemur. Adventstíðin er ein fyrireikingartíð til jólini, eins og føstan er ein fyrireikingartíð til páskirnar. Vit hyggja nú frameftir móti honum, sum kemur. Tað er jólagestin, sum tað snýr seg um.
Í hesi myrku tíð tendra vit ljós sum tekin um, at tað er vón fyri stavn. Onkur hevur sagt, at vit eru okkara framtíð. Vit hava ein longsul og eina vón. Vit líta fram móti frelsaranum, sum kemur. Tað er, eins og vit síggja, at okkurt fer at henda. Vit missa ikki mótið; men vit fáa dirvi úr orðinum, sum ljóðar. Vit gleðast og fegnast, tí at tað er vón, støðan er ikki longur vónleys. Vit eiga Guds lyfti, og tey ganga brátt út. Alt verður vent til gleði. Og tað størsta, sum vit eiga her, verður enn størri, sigur hin kristna vónin.
Nú er tíð at tendra ljós sum tekin um, at tað besta liggur úti í framtíðini. Enn er lívið trupult og vandamikið; men tá skal tað verða dýrdarfult og fullkomið. Hesin frelsarin kemur á jólum. Alt vísir fram móti honum. Og uttan hann kann kristna kirkjan ikki liva. Men nú er vón. Og Jesus sigur, at lívið ikki bara er her, men eisini í framtíðini. Tí falla vit ikki í fátt, tó at deyðin hóttir lív okkara. Vit eru í adventini, og frelsarin er á veg, og hann kemur okkum til hjálpar. Hann kemur at bjarga mannaættini.
Í Jesu boðskapi er Guds kærleiki komin inn í lív okkara. Guds framtíð er vorðin nútíð. Jesus er her. Hann kemur í anda og orði. Har kemur hann sum frelsari okkara, og hann er eisini tín og mín frelsari.
Frelsari mín! Frelsari mín!
Náði tín hon er mítt skjól.
Paradísportrið er opna mær,
aldri kann eg fulltakka tær
:,: Fyri gleðilig jól :,:
So vil eg ynskja tykkum eina góða advent og eini góð jól øll somul!
Takk fyri.
























