Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Roðin skipaði fyri skeiðsumfari

Tíðindaskriv

Leikluturin og íkastið hjá ófaklærdum, í arbeiði hjá Roðanum økistænastuni við Skálafjørðin, er av alstórum týdningi fyri tænasturnar hjá Roðanum og tí metir Roðin, at tað er okkara uppgáva, at menna hesi starvsfólkini og geva teimum eina grundleggjandi vitan og amboð sum tey kunnu nýta í sínum dagliga arbeiði.

31 ófaklærd hava verið ígøgnum eitt skeiðsumfar, sum liður í hesi menningini av starvsfólkum.

Yviskriftin á skeiðnum var:  “Grundleggjandi  røkt av eldri og fólki við varandi sjúkum”.

Deildarleiðararnir í Roðanum, sum allir hava eina heilsufakliga útbúgving, undirvístu og evnini vóru:

·       Reinføri – hondreinføri/smyttufyribyrgjan, seingjarbað, munnrøkt, húðrøkt.

·       Immobilitetur/Seingjarlegukomplikatiónir.

·       Ergonomi og rehabilitering.

·       Føðsla og útskiljan.

·       Heilivágsgevan.

·       Demens, lívssøga, relatiónir.

Skeiðið endaði við at Jóngerð Guttesen, leiðari í Roðanum, handaði øllum luttakarunum skeiðváttan.