Torbjørn Hjelm syfti 60 pund av toski upp á land eftir lítlari løtu, tá hann ígjárkvøldi var ein túr á Norðhavnini við tráðuni
Torbjørn sigur at hann var ein túr á Norðhavnini í gjárkvøldi millum kl 21 og 23. Hann hugsaði at slongja nakrar ferðir við tráðuni, men skjótt bar á at har ýddi við toski.
Eftir góðan 1 tíma var ca. 60 pund komi uppá turt – toskurin hevði fullan maga av ymiskum, harímillum eisini høgguslokk tó vóru ein triðingur slánar – ein stuttlig løta, sigur Torbjørn






