Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Rokning sum postarenning

skulatrod.fo

Í góðveðrinum fríggjadagin valdi 7. flokkur at fara út í garðin at renna postarenning.

Næmingarnir vóru býttir í bólkar og fóru hugagóðir runt til allar postarnar. Á postunum vóru ymiskar rokniuppgávur.

Tá ið liðugt var, fingu bólkarnir stig fyri røtt svar, og fyri nær tey komu á mál. Bólkurin, ið kallaði seg ”eg veit ikki” vann við 11 stigum. Hinir bólkarnir vóru í hølunum á teimum.

Hetta var ein góður skúladagur, har næmingarnir fingu reyðar kjálkar og helst eisini lærdu okkurt um rokning.

Skúli er jú so nógv.