Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ronaldo eigur nú Real Valladolid

Jóhann Lützen

Brasilianski Ronaldo hevur keypt 51% at virðisbrøvunum í spanska La Liga felagnum Real Valladolid

Real Valladolid hevur fingið ein sera kendan meirilutaeigara. Forsetin í Valladolid sigur at nú verður felagið sett á heimskortið og klárt er nú at økja um góðskuna á liðnum. 

Ronaldo segði tíðindafundi í dag at fýra orð fara at sermerkja leiðsluna hjá Real Valladolid. Kappingarhugur, opinleiki, kollvelting og sosial. 

Ronaldo leikti fyri m.a. PSV, Barcelona, Inter og Milan í síni tíð. Hann varð kosin besti leikari í heiminum í 1997 og 2002. 

Valladolid liggur í løtuni á 16. plássi í La Liga og enn hava teir ongan dyst vunnið í hesum kappingarárinum. 

 

 

Harleywoodpaint