Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rottangatøming í Klaksvíkar kommunu

klaksvik.fo

Nú byrjar Reinsitænastan hjá IRF at tøma rottangar í Klaksvíkar kommunu. IRF kemur til Norðoyrar, Ánirnar, Árnafjarðar, Syðradals, Húsar, Mikladals, Trøllanes og til Klaksvíkar.

IRF boðar frá, at tað er ein ómetaliga stór hjálp hjá starvsfólkunum, at rottangarnir eru klárir, tá teir koma á staðið. Tað sparir bæði borgarum og IRF nógva tíð og nógv stríð

IRF heitir tí á fólk um at tryggja:

– at tangin er lættur at koma til
– at tað er grivið væl frá rundan um lokið
– at lokið er væl fest, men lætt at loysa
– at lokið er trygt og heilt
– at lokið er lætt at festa aftur, tá ið arbeiðið er liðugt

Eru omanfyri nevndu viðurskifti ikki í lagi, verður tangin ikki tømdur. Meira kann lesast um hetta á www.irf.fo/rottangatoming/

Reglugerðin sigur harumframt, at eigarin av rottanganum hevur til eina og hvørja tíð ábyrgd av, at tangin er í góðum standi og ikki er til ampa fyri fólk og umhvørvið. Hetta inniber millum annað, at fólk og fæ trygt kunnu ferðast tvørtur um rottangan, eisini eftir at hann er tømdur.

Tá ið tangin er tømdur, leggur IRF ein lepa við árstali undir lokið á tanganum.