Mong munnu hava varnast stóra róðrarbátin, ein teinæring (bátur við 10 árapørum), sum liggur við bryggju hjá Klaksvíkar Róðrarfelagið. Um eitt sindur løgin (og eitt sindur innviklað), so er søgan í stuttum hendan:
• Í 1978 lata fólk av Økrum og Lopra áttamannafarið “Havrenning” byggja. Tað er navnframi bátasmiðurin Niclas í Koltri, sum byggir.
• Í 1987 verður Havrenningur seldur til Klaksvíkar, har hann fær navnið “Nevið Reyða”.
• Í 1994 manna næmingar á Tekniska Skúla í Klaksvík Nevið Reyða. Harímillum er Elith Godtfred, sum hevur røtur av Økrum. Elith dámar bátin serstakliga væl, og leggur róðrarfelagnum eina við, at selja sær bátin, um hann einaferð verður skiftur út.
• Í 2000 letur Klaksvíkar Róðrarfelag nýtt 8-mannafar byggja og gamla Nevið Reyða fær aftur navnið “Havrenningur”. Hann verður hongdur upp undir loftið í gamla neysti.
• Í 2005 rógva fýra ungir mans úr KRF til Aith í Hetlandi við Havrenningi. Komnir til Aith verður báturin settur í neyst hjá vinarfelagnum.
• Í 2024 hittir Elith fólk frá Klaksvíkar Róðrarfelag. Elith spyr eftur Havrenningi og greiðir frá, at hann ENN droymir um at fáa fatur í bátinum. Dreymurin er, at sigla Havrenning við seglum.
KRF setir seg í samband við vinarfelagið í Hetlandi, sum játtandi sigur, at báturin altíð kann avheintast – leigukostnaðurin fyri 19 ár í neystinum, er ein fløska av góðum føroyskum wiskey!
So nú er leyst og liðugt.
Elith Godtfred fær Havrenning úr Hetlandi. Hetlendingar fáa føroyskt wiskey. Og tá ið Elith eigur part í teinæringinum “Royður”, bjóðar hann Klaksvíkar Róðrarfelagið at lána teinæringin norður til Norðoyastevnuna.
TÍ liggur “Royður” við bryggju hjá Klaksvíkar Róðrarfelagið – ein vøkur sjón í søguliga róðrarumhvørvinum á Biskupstøð.
Og hvør veit. Kanska rógva vit okkum ein túr á vágna onkran dagin.




