Byrjað verður við vælumtókta fimmarinum kl. 17.00 og síðani verður live tónleikur bæði fríggjakvøldi og leygarkvøldi
Eftir eina drúgva umvæling kunnu vit nú endiliga lata upp aftur fríggjadagin 28.apríl kl.17.00
Vit byrja sjálvandi við Fimmara frá kl.17-19
Fyri at markera at vit endiliga lata upp aftur, hava vit live tónleik bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið
Fríggjakvøldið verða tað Karl Martin og Mikkjal sum syngja og spæla – teir lova eitt brak av einum kvøldið og fara eisini at framføra eitt nýtt lag
Leygarkvøldið verður tað Ringling frá kl.23-24, áðrenn Uni Debess trínur á pallin og fer at “blues’a” okkum gjøgnum náttina




