Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Royndarfilming til Buzz Aldrin í Klaksvík.

John William Joensen

Mánadagin verður royndarfilming til norsku sjónvarpsrøðuna “Buzz Aldrin ” í Leikalund í Klaksvík.

Vit ynskja, at so nógv sum gjørligt royna seg. Tí verður heitt á øll, bæði tey sum hava útbúgving innan leiklistina, áhugaleikarar og tey sum ongar royndir hava, um at tekna seg. 

Til royndarfilmingina skalt tú fyrireika eina søgu – ein uppliving, sum tú hevur havt saman við einum góðum vini – í mesta lagi 3 minuttir. Tú skalt tosa á norðurlendskum/gøtudonskum. Vit hygga eftir nærveru og hvør týpa tú ert. 

Tilmelding og spurningar hjá Eyð Matras eymatr@olivant.fo fartlf. 27 08 89
Hesum leita vit eftir: 

Drongur (7 – 12 ár)
Ennen, genta (25 – 29 ár)
Eyðdis, genta (24 – 27 ár
Anna, kvinna (29 -34 ár)
Bergur, maður (45-55 ár)
Palli, maður (35-38 ár)

Harafturat er brúk fyri statistum, millum annað fólk á gøtuni, til jarðarferð, á café, á sjúkrahúsi osfr. 

Filmurin, skal takast upp í summar í tíðarskeiðinum 15. Juni til 15. august

Um søguna:
Buzz Aldrin – hvor ble det av deg i alt mylderet? Hetta er søgan um Mattias (30) , sum so avgjørt er ein persónur, ið gongur ímóti tíðarandanum. Hann ynskir ikki at stinga nøsina fram. Hóast eina einastandandi góða sangrødd vil hann liva eina tilveru, har so fá sum gjørligt leggja merki til hann. Men tað er ikki lætt. Foreldrini, gentan, vinir og umhvørvið annars ynskja okkurt annað og meira. Mattias finnur troyst og stuðul til sítt lív í astronautinum Buzz Aldrin, sum í 1969, sama dag sum Martias varð føddur, sum tann næsti í heimssøguni nakrantíð, setti sínar føtur á mánan. Og sum síðani varð gloymdur. Tað er í lagi at vera nr. tvey, hugsar Mattias.

Tá Mattias bæði missir arbeiði og gentu, sigur hann ja at vera við nøkrum vinmonnum, sum ljóðmaður, til Føroyar at halda konsert. Hann drekkur seg fullan umborð á bátinum. Hann letur seg lokka at opinbera sína fantastisku rødd, meðan orkestrið umborð spælir undir. Og síðan fer hann í svart. Hann slær sín besta vin til óvits og vaknar sjálvur aftur úti á berum, onkrastaðni í Føroyum. Hann verður tikin upp av Havstein, sum rekur eitt stað fyri sálarliga sjúk við Gjógv. Hetta verður nýggja heimið hjá Mattias. Her hittir hann menniskju, sum lata hann vera tann hann er, og so líðandi byrjar hann at nærkast verðini av nýggjum. Tað verður til kærleika, bjarging og eina einastandandi bátaverkætlan.