KÍ hevur fingið royndan miðverja.
Fyrr í kvøld skrivaðu vit í yvirskriftini, at miðverjin hevði eina fortíð í Southampton og Brighton. Tað er rætt, men hann spældi ongan minutt fyri bestu liðini hjá teimum báðum feløgunum, so tann yvirskriftin kundi verða misvísandi.
KÍ skrivar:
329 dystir í bestu deildini í Norra, 33 A landsliðsdystir og var einaferð seldur fyri umleið 40 milliónir kr.
Ikki hissini CV, sum nýggi KÍ leikarin, Vegard Forren, hevur. Miðverjin úr Norra hevur gjørt sáttmála við KÍ fyri komandi kappingarár, og verður tøkur frá 6 februar.
Vegard Forren, sum er 34 ár, hevur áður umboðað Molde, Southampton, Brighton, Brann og Træff.




