Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Royniviðatræið í abbasa garði

Jóhann Lützen

– Eg fari eisini við hetta høvið at takka tær fyri, at eg slapp at vera ein av mongu vinum tínum, og at tú vildi prýða hús okkara við listaverkum tínum, har ættarsøga mín eisini slapp at vera við, segði Petur Martin Petersen í røðu sínari á framsýningini í Gamla Seglhúsinum ígjár.

Vit prenta røðuna niðanfyri, sum Petur Martin Petersen helt. 

 

Royniviðatræið í abbasa garði
Einaferð stóð eitt royniviðatræ í garðinum hjá abba mínum í Fuglafirði. Træið hevði staðið øgiliga leingi har. Eingin visti hvussu leingi øgiliga leingi var, men ein gamal maður helt seg tó minnast, at træið kom at standa har tað stóð, meðan hann enn var smádrongur, og nú táttaði hann í tey 100 árini.

Eg var sjálvur borin í heim í abbasa húsum, sum ein abbabeiggi mín hevði laðað  úr snøgt høgdum gróti í 1895, og tá var onki træ komið at standa har enn, vildu menn vera við. Sjálvur var eg føddur 6. juni í 1945, og tá stendur træið har, síggi eg á einari myndi, ið tikin verður, tá ið 4 ár eldri bróðir mín á dópsdegi sínum verður fotograferaður við gubbum og gummum, mammu og pápa og abbum og ommum. Øll síggja tey glað út. Har tey standa undir trænum, og síðan síggi eg aðrar myndir av fólkum í hesum húsum í næstan 100 ár.  Øll eru tey fotograferaði undir hesum træi, sum á hendan hátt onkursvegna er komið upp í familjuna.

Í hesum træi var tað eisini, at faðir mín hin dagin í 1930 lá og goymdi seg ímillum greinarnar við einum fotografiapparati í hondini. Beiggi hansara, ið var borgarstjóri í Fuglafirði um hetta mundið, hevði biðið hann um at fara upp í  hetta træ at taka eina mynd av honum og kongi. Men, hvat hendir. Kongur fær eygað á faðir mín og rópar: “Stig ned Sakeus”. Óneyðugt er at siga, at ongin mynd kom í kassan úr trænum hendan dagin. Seinni, tá ið alt var yvirstaðið, skuldi farbróðir mín, sum hevði ætlað sær mynd við sær og kongi uppiá, siga við faðir mín: “Fanins altso, at Sakeus skuldi spilla okkum spælið.

Ja, træið hevur breitt sínar greinar yvir bæði komin og farin fólk í familjuni. Træið hevur staðið har, meðan 28 fólk búðu í húsunum í senn, og træið hevur staðið har, til tað at enda eftir í húsunum bert var ein maður, sum júst upplivdi at blíva 85 ára gamal, áðrenn hann legði eygu síni saman fyri seinastu ferð og fór undir flag.

Og so vóru húsini tóm, og tó. Tað fall í mín lut – eg sum við krígslok var borin í heim í hesum húsum – at føra tey víðari fram og enn einaferð at gera tey aftur til mannabústað. Nú vóru nýggjar tíðir. Fleiri av gomlu húsunum, sum stóðu við vegin máttu víkja fyri at geva meira pláss til øktu ferðsluna, sum so við og við eisini fór at amast upp at hesum húsum. Fyrst fór ein partur av urtagarðinum, síðan eitt sindur afturat, soleiðis at onnur trø og runnar hvurvu, men hvørja ferð megnaði hetta eina og nógv tað størsta træið at hóra undan.

Framstig í bygdini fara við trænum
Tó, einaferð fyri ikki so langari tíð síðan fóru sonevndu framstigini í bygdini eisini við hesum træi, og so lá tað har og bíðaði eftir at vera koyrt á dungan, sum øll hini trøini í grannalagnum; men eitt undur hendi – kanska eitt sindur av mínum ávum.

Ole Jakob
Ein dagin, meðan træið enn liggur har, stendur ein maður, klantrasligur og lítil, men við fimum rørslum og einum gudabrái í eygunum og kínir hesi liggjandi kempu. Stríkur hendur sínar eftir børkini, tekur um greinar fyri líkasum at meta um tær. Um okkurt slag av dugi man vera í teimum, og síðan fer hann í bil sín eftir amboðum, sum eftir stuttari tíð – við umhygni – pettar kempuna sundur í smærri og størri pettir, sum hann ber í bil sín.

Hetta er Ole Jakob Nielsen úr Leynum, sum komin er at bjarga mær seinasta trænum í gamla urtagarðinum hjá abba mínum. Jú, hann fer við tí mesta av tí, ið brúkast kann til sín gudgivna gandakynstur í verkstaði sínum fyri innan Lónna í Leynum, og eg fari við klótuni niðan í urtagarðin í bústaði mínum aðrastaðni í bygdini, og her skuldi søgan enda, halda tey flestu av tykkum, sum her lýða á; men soleiðis bleiv ikki.

Klótan stendur í dag við innkoyringina til bústað mín og býðir óllum teimum, ið koma á vitjan í húsum okkara góðan dag, áðrenn hon aftur tekur við innanveggja.

Søgan er hendan:
Ole Jakob hevur á undranarverdan hátt valt meg til at vera vin sín, og nú, træið er fallið, ætlar hann at gleða vinin við at geva hesi gomlu kempu nýtt lív. Í nýggju húsum okkara í Fuglafirði, sum bygd eru eftir gomlum sniði, hevði  eg longu áðrenn hesa løtu fingið onkran hissini trælut úr Ole Jakobsa hond, og nú ætli eg stórt, tí framman undan hava vit – konan og eg – avgjørt, at hús okkara bert skulu prýðast við lutum, sum onkursvegna kunnu fortelja okkum um okkara egna jarðildi ella um samljóð okkara við ætt og vinir víða hvar um heim, soleiðis at vit bert í lítlan mun skulu kunna renna okkum í lutir, ið ikki eiga eina góða søgu at siga okkum um hina ferðina, tá ið ymsu lutirnir og vit funnu saman – nær og fjar.

Jú, Ole Jakob fór til verka; men segði mær beinan vegin, at undurverk taka tíð. Skuldi hann gera mær ljósskermar úr hesum gamla træi í øll húsini, so mátti eg hava tol, um enn ikki so leingi, sum tað hevði tikið træinum at vaksa.

Fyrst mátti hann saga trækubbarnar í hóskandi pettir – smærri og størri. Síðan mátti hann grovdreyga kubbarnar, fyri at teir ikki skuldu klovna, meðan teir tornaðu. Hetta fór at taka tey fyrstu tvey árini. Tá ið hesir holukubbarnir vóru turrir, vórðu teir eftirhugdir. Summir – teir, ið sprungur komu í, meðan teir tornaðu – vórðu burturbeindir, meðan teir, sum kundu brúkast, nú kundu skapast um til tey fínastu listaverk, sum bert ein meistari kundi leggja burtur úr hondum sínum. Ja, nú fór Ole Jacob í dreyibonkin, har han spenti  nýtiligu kubbarnar og við hvøssum jørnum í kønu hendrum sínum fór í eitt slag av samskifti við hetta elligamla tilfar, hvørs árringar taldu søgur frá eini farnari tíð. Árringar, sum vórðu til meðan ættfedrar mínir, sum nú liggja undir grønu torvu, enn nortu við og spældu bæði um træið og uppi í tí. Við smáum spønum frá dreyiknívunum fekk hvør kubbi sína sál undir kønu hond meistarans, sum ikki støðgaði á, fyrr enn tilfarið, ið eftir varð, var vorðið so tunt, at ljós kundi finna sær veg ígjøgnum viðin, har árringarnir frá mestapartinum av eini øld søgdu teirra søgu við litbrigdum og strukturum, sum træið sjálvt hevði skapað.

Og hvat hava vit fingið burturúr?
Í húsum  okkara hava vit í dag 24 træskermar, sum fortelja okkum søgu á ein hátt, sum ongin annar dugir at gera. Hvør árringur í teimum ber okkum boð um farnar dagar í aldingarðinum, har ættfedrar í gleði og sorg eisini gjørdu tað sama, meðan teir vuksu úr teirra barnaskóm, tráddu lívsgøtuna, gjørdu teirra mandómsgerning og hvurvu aftur.

Vit síggja í hesum livandi ljósgevarum okkara liðin ár, sum mugu hava verið kaldari enn onnur, tí ringarnir eru so tættir; og so koma feit og sólrík ár, har træið legði nógv tilfar millum árringar sínar. Alt hetta kunnu vit, um vit duga at skilja mál træsins til fulnar, nú tað undan loftum og úr lampum, sigur okkum ættarsøgu sína og okkara.

Og so dugir Ole Jakob so fyrimyndarliga væl at fáa aðrar lutir burtur úr tí tilfari, sum liggur eftir, tá ið ljósins søguskermar hava fingið sítt. Tá ger Ole Jakob bakkar, íløt, stakar og annað fínt stás burtur úr restini, soleiðis at hvørt felt træ, sum Ole Jakob fær í sínar meistarahendur, mangan rísir upp til eitt glæsiligari lív, enn tað hevði frammanundan.

Talandi træpláta
Í húsum okkara í Fuglafirði hava vit eisini eina træplátu, sum Ole Jakob hevur gjørt burtur úr einum tvørskurði av trænum. Hesin tvørskurður sigur okkum, at royniviðatræ okkara, sambært Petur Skeel, sála, fall á sínum 88’instjúgunda ári, sum helst er ein høgur aldur fyri eitt træ av hesi ætt her um okkara leiðir, og tá ið vit neyvt vita, nær træið fall, so kann hendan plátan við sínum skiftandi árringum og viðamergi ímillum siga teim kønu, hvussu sumrini hava verið líka aftur til byrjanina av seinastu øld.

Ole Jakob!
Eg fari eisini við hetta høvið at takka tær fyri, at eg slapp at vera ein av mongu vinum tínum, og at tú vildi prýða hús okkara við listaverkum tínum, har ættarsøga mín eisini slapp at vera við.

 

Philippe Carrè
At tú eisini hevur Philippe Carrè við, ger ikki hesa framsýning lakari. Longu fyri mongum árum síðani visti eg um hendan úrmælingin av einum listarmanni, sum burtur úr nøkrum hissini pappírspettum dugdi at skapa ein alheim, sum hugtóku hvønn tann, ið áhuga hevði fyri myndlist. Tá ið eg seinni fekk at vita, at hesin maður, sum barnvaksin var í Fraklandi, eitt skifti var versonur tín og enntá gav tær og tykkum eitt barnabarn, kom tann tankin til mín, at kanska vóru tit eisini í tilfari nær hvørjum øðrum í listini, tí pappírið, Philippe brúkti til føgru myndir sínar, var jú eisini evnað úr viði.

Men á hesi framsýning eru tað ikki pappírsklipp, sum Philippe Carrè sýnir okkum. Hann vil við hesi framsýning vísa okkum, at hann – eins og Ole Jakob – ikki stendur í stað við skapandi virksemi sínum.

Við nøkrum akvarellum fer Philippe á ferð við okkum í Norðoyggjum, har vit vitja nøkur hugtakandi støð her í økinum, sum fáa meg  –  og vónandi fleiri við mær – at hugsa um bæði litir og náttúru, sum Philippe, sum barn av einum nýggjum modernaðum heimi hevur pixellerað upp á myndir sínar. Vit gera eina skýmingarferð til Árnafjarðar, Hattarvíkar og Kirkju, har hann eisini letur seg inspirera av várljósinum ávegis til Kunoyar við Skarðsgjógv dagandi móti bláum lofti.

Vit og framsýningin
Ikki er tað tó vist, at tit – sum lýða á orð míni – fáa ta somu uppliving, sum eg; tí listin er so margføld, og vit, sum líta á eru so ymisk, og góð list skal ikki skiljast, men upplivast, soleiðis at vit sjálvi kunnu gera okkara egnu listasøgu, meðan vit njóta listaverkini í hesi hugnaligu høll, har søguligur karmur fyri dúkandi seglum nú gevur nútíðarlist bæði íblástur og blíðan byr. 

——–

Góðynskir
Við hesum orðum fari eg  at ynskja tykkum báðum – Ole Jakob og Philippe – góða eydnu við framsýningini her í Seglhúsinum, og at tit við henni fara at gleða norðingar líka so nógv, sum tit hava glett meg.

Petur Martin Petersen
 

 

Harleyfacadeacryl