Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Rudda Føroyar

Tekstur og myndir: Dávur Winther

Í samband við átakið “Rudda Føroyar” ynskir Klaksvíkar kommunu at geva sítt íkast til hetta góða átak.

Tí hevur fyrisitingin hjá Klaksvíkar kommunu ruddað í fjøruni Úti í Grøv í morgun á heim á Flesjarnar.

Hetta hevur verið siður hjá kommununi í mong ár, men ongantíð hevur verið so ruddiligt, sum í ár. Væl vitandi hava skótarnir ruddað á einum parti av hesum økinum, so tað er hugaligt at nógv taka lut í hesum skilagóða tiltaki.

Í morgin fara býráðslimur at rudda frá Flesjunum og yvir til bátahylin í Borðoyarvik.

Yvirskipaða endamálið við átakinum er at skapa tilvit og at broyta vanar, so komið verður nærri ynskinum um ein reinan, sunnan og ruskleysan heim.

Forsíða