Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ruddingardagur í umhvørvisvikuni

Oliver Joensen

 Skúlabørn og barnagarðsbørn hava ídag tikið hond í, at rudda býin nú umhvørvisvika er. Sigast skal, at vit halda tað vera ein sera góður skikkur, og ein sera neyðugur partur í uppalingini av børnum okkara, at tey vera gjørd vitandi um, at tað, ið verður blakað út í náttúruna, ikki av sær sjálvum blívur burtur úr uhvørvinum.

Skiftandi býráð hava við ymiskum eygu sæð álvorin í ruddingardegnum og Norðlýsið hevur mangan gjørt vart við, at tað er alneyðugt, at vit hava slíkan dag á hvørjum ári. Tað at býurin verður ruddaður av børnum er sjálvandi ikki endamálið. Endamálið má hinvegin vera, at vit øll, frá barnsbeini av kenna av egnum royndum, at vit eiga at taka upp eftir okkum sjálvum og at vit eiga att fara væl um náttúru okkara.

Vit fegnast um umhvørvistiltakið hjá býráðnum og vit hava verið ein túr við myndatólinum. Her er nakað av tí vit fingu: