Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Ruddingarvikan fingið góða undirtøku

Oliver Joensen

Olivia Døgg Fríðfinsdóttir á Norðoya Kunningarstovu, ið stendur fyri samskipingini av ruddingini sigur, at nú ein dagur er farin av ruddingarvikuni, hevur undirtøkan verið góð. skúlar, barnagarðar og røktarar hava verið frammi í skónum og hava brúkt nógva tíð longu nú.

Eisini hava onkrir stovnar og fyritøkur verið úti og rudda, men har kemur helst meira gongd í seinni í vikuni.

Tað er okkara vón, sigur Olivia Døgg Fríðfinnsdóttir, at fyritøkur og stovnar taka tað í álvara at slóða fyri, ikki minst øll okkara ítróttarfeløg og mentanarfeløg, at tey eru við til at ganga undan og hjálpa til at vit halda og varðveita umhvørvið reint og ruddiligt til tey, ið koma aftaná.

Eyðvitað er, at eitt nú plast, ið rekst í náttúruni kann verða til óbótaligan skaða fyri fugl og fenað.

Tað er sum sagt Olivia Døgg Fríðfinsdóttir á Norðoya Kunningarstovu, ið samskipar tiltakið. Kunningarstovan hevur telefon 456939.

Tá tit eru liðug at rudda og rusk skal avheintast, so er at ringja til vegadeildina hjá Klaksvíkar Kommunu, ið hevur tlf. 75 80 10.

Myndirnar niðanfyri tók Oliver í morgun: