Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Rumbul um Føroya Rocksavn

Jóhann Lützen

“Eg eri reyvrendur, gott nokk”, “Eg eri lumpaður alvorliga” og “Eg havi verið so naivur; eg trúði ikki at menniskju kundu gera nakað sovorit”, eru álvarsomu útsagnirnar hjá Akseli á Botni í samrøðu í sendingini Lyst hjá Kringvarpinum.

Aksel á Botni eigur umleið 160 gitarir, tær flestu av slagnum Höfner, og í 2016 setti Aksel seg í samband við Höfner við hugskotinum at markera tað, eisini í Føroyum. Hann kom síðani í sambandi við Eyðun Nolsøe, ið somuleiðis savnar gitarir, serliga Gibson og Fender, og teir hildu hugskotið vera so mikið gott, at teir fóru víðari við tí, men vantaðu fígging og hølini. Rani Nolsøe kom so uppí verkætlanina, eins og Jógvan Andrias Joensen, ið tá var leiðari av Spaniastovu, hvørs høli ætlanin var at brúka.

Í 2017 skipaðu hesir fýra so fyri stuðulstiltaki í Spaniastovu, og hugskotið var nú víðkað til at snúgva seg um eitt savn, Føroya Rocksavn, og tað fekk 100.000 krónur á løgtingsfíggjarlógini og lyfti um 200.000 afturat, 100.000 um árið, komandi tvey árini. Vinnulívið og býráðið í Klaksvík stuðlaðu eisini, eftir at átakið “Gittarting” hevði vunnið heiður sama ár.

Rani Nolsøe sigur í viðtalu við sendingina Lyst hjá Kringvarpinum, at fyrst meldar Eyðun Nolsøe seg úr bólkinum, soleiðis at hann eftir tað kemur niður á 3 mans, og síðani leggur Rani Nolsøe merki til, at Aksel á Botni virkar meira og meira fráverandi, sum Rani orðar tað. Aksel á Botni sigur, at tá hann spurdi ella rykti eftir Rocksavninum, so fekk hann at vita frá Rana Nolsøe og Jógvani Andriasi, at “nei nei, tað klára vit sjálvir”. Rani Nolsøe sigur seg ikki kenna seg aftur í hesi útsøgnini.

Aksel á Botni førir fram, at Rani Nolsøe og Jógvan Andrias Joensen hava tikið hugskotið frá sær og Eyðuni Nolsøe og løgdu teir undir at verða “hoppaðar út” frá verkætlanini. Seinni fór Rani Nolsøe sjálvur úr verkætlanini, men hann og Aksel eru ikki á einum máli um, hvør teirra rýmdi fyrst. Hetta hendi eftir at hava fingið noktandi svar frá Mentamálaráðnum um stuðulskrónur til at innrætta kjallaran undir Spaniastovu til rocksavn. Norðoya Fornminnissavn og Klaksvíkar Kommuna skulu eisini hava vent tumlinum niður til tað, varð sagt í sendingini.

Rani Nolsøe sigur, at hann sá fyri sær, at ein nevnd við umboðum úr kommununi, Mentamálaráðnum og lokala tónleikalívinum yvirtók verkætlanina og startkapitalin, teir høvdu fingið til vega, men Aksel á Botni sigur, at tað tá onki hevði við Rocksavnið at gera; teir vórðu tiknir av ræði, og tað skrivaði Aksel eisini til Mentamálaráðið, ið svarar aftur, at Føroya Rocksavn hvørki hevði latið teimum frágreiðing ella grannskoðaðan roknskap.

Alt hetta ger so tilsamans, at Mentamálaráðið noktar at útgjalda tær 100.000 krónurnar í 2019 og 2020, eins og ráðið ger greitt, at ongar ætlanir eru um at stuðla Rocksavninum í 2021.

Höfner doneraði ein violinbass og eina bók til Aksel á Botni, sigur Aksel sjálvur, ið ein lutaseðlasøla var um, har allur vinningurin skuldi fara til Føroya Rocksavn. Hendan lutaseðlasølan gav umleið 80.000 krónur, ið nú standa í Betri Banka á konto hjá Rana Nolsøe, ið sigur seg ikki kunna brúka teir til annað enn rocksavnið – sum Aksel á Botni sigur seg eiga – umframt tær 100.000, sum Løgtingið játtaði.  

Hvussu leikur fer víðari fram, vita vit ikki, men bæði Rani Nolsøe og Aksel á Botni siga seg framvegis hava ein dreym um eitt rocksavn.

Kelda: Innanhýsis klandur steðgaði Rocksavninum

Kelda: Øll sendingin Lyst (54)