Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Rundvísing á Biskupstorgi

Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther

Tey, sum hava skrivað seg upp til íbúð á Biskupstorgi í Klaksvík, hava fingið bræv um, hvat nummar tey eru í longu røðini av áhugaðum, sum vilja sleppa inn.

Í sama brævi verður boðað frá, at í dag er rundvísing í bygninginum, so til ber at gera sær tankar um hvør íbúð er mest hóskandi.

Talan er um ymsikar støddir av íbúðum:  71, 80, 84, 119, 122, 137 og 142 m2 og kostnaðurin har eftir frá kr. 5.600,- til kr. 10.600,- pr. mánaða + ljós og hita.

Áhugin er stórur at sleppa inn og hópin av fólki vóru í morgun og hugdu at einum møguligum framtíðar bústaði í miðbýnum í Klaksvík við góðum útsýni.

350 fólk hava skrivað seg upp til íbúð á Biskupstorgi – 100 hava takkað ja, nú brøv eru send út; men “bert” 30 sleppa inn. Eftir ætlan flyta tey fyrstu inn 1. mai 2019.

Ein rundvísing verður aftur komandi hósdag kl. 15 – 17.