Í dag, Tunnilsdagin, letur nýggi handilin, RUNNIVERS, upp í hølum við Klaksvíksvegin 59. Tað er Jan Elmar Sørensen, sum eigur og rekur nýggja handilin, íð serliga fer at leggja dent á at selja renniklæðir og -útgerð og líknandi, og annars alt tað ein rennari hevur tørv á.
Hóast sín unga aldur, so hevur Jan Elmar, longu drúgvar royndir sum rennari, og ætlar hann at veita einum hvørjum rennara góða tænastu og dygdarvørur.
Handilin letur upp í dag kl. 10.00 og vera onkur góð upplatingartilboð. Øll eru annars altíð vælkomin inn á gólvið til eitt renniprát.
Hann hevur í løtuni eisini annað starv og tí verður handilin bert opin yrkadagar frá 15.00-17.30.




