Mangan verður tikið til at skilið varð ringt í Føroyum undir gomlu rúsdrekkalógini, áðrenn Rúsdrekkasølan varð sett á stovn, men veruleikin er at tað verða minst líka stórar nøgdir druknar av reinum alkoholi í dag, enn tað bleiv drukki undir gomlu rúsdrekkalógini. Í dag verður drukkið meira av alkoholið enn tað nakrantíð varð rukki í 1970unum.
Sambært heimasíðuni hjá Rúsdrekkasølu Landsins hevur sølan av reinum alkoholi ongantíð verið størri enn júst seinastu árini.
Við undantakið av nøkrum fáum einstøkum árum í 80-unum, drekka føroyingar áleið somu nøgdir av reinum alkoholi í dag, sum teir gjørdu í 1980unum, umroknað pr. borgara omanfyri 15 ár.
Nýtslan minkaði nógv tá nýggja Rúsdrekalógi varð sett á stovn, men er vaksin aftur til sama støði sum hon var áðrenn lógin var sett í gildið. Vøksturin kemur óivað av at kommunurnar hava latið sera nógv skeinkiloyvi út, so rúsdrekka í dag kann drekkast á so at siga øllum matstøðum kring landið.
Sí talvu her
Føroyar 1970 – 2017 – Søla í alt í reinum alc. litrum pr/íbúgva 15 ár og eldri, RÚSDREKKASØLA LANDSINS:
Ár Alc. ltr.
1970 4,4
1971 4,7
1972 5,6
1973 5,6
1974 5,3
1975 4,8
1976 5,2
1977 5,9
1978 6,1
1979 5,6
1980 6,0
1981 6,1
1982 5,9
1983 6,4
1984 6,1
1985 7,1
1986 6,7
1987 8,1
1988 7,5
1989 6,9
1990 6,7
1991 6,7
1992 8,8
1993 6,2
1994 6,4
1995 6,4
1996 6,5
1997 6,6
1998 6,6
2009 6,5
2000 6,7
2001 6,9
2002 7,0
2003 6,9
2004 6,7
2005 6,6
2006 6,8
2007 7,1
2008 7,0
2009 6,9
2010 6,7
2011 6,4
2012 6,6
2013 6,3
2014 6,3
2015 6,4
2016 6,3
2017 6,5



