Samhandil við Rusland – Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, Heri Joensen frá Lóður og Niels Winther, stjóri á Vinnuhúsinum greiða frá
Niels Winther, stjóri á Vinnuhúsinum greiðir m.a. frá:
Føroyski vøruútflutningurin til Russlands hevur síðani 2010 tikið dik á seg, og í 2017 fór uml. 30% av okkara vøruútflutningi fór til Russlands. Hóast parturin, sum fer til Russlands, er minkaður nakað síðani 2017, útfluttu vit í fjør vørur fyri omanfyri 2 mia. kr. til Russlands.
Føroyski útflutningurin til Russlands er sjálvsagt nógv ávirkaður av handilstiltøkunum, sum Russland og ES settu í verk móti hvørjum øðrum í 2014, men er eisini ein partur av einari gongd, har størri partur av okkara útflutningi er farin til lond uttanfyri ES.
Í framløguni fer Niels Winther, stjóri á Vinnuhúsinum at greiða frá um gongdina í føroyskum útflutningi, og hvønn týdning atgongdin til russiska marknaðin hevur. Eisini fer hann at viðgera tørvin á at røkja og menna handilssambondini við okkara størstu útflutningsmarknaðir, herundir eisini Russland.
kl. 19.30
Gamla Miðhøllin á Skúlatrøð
Samhandil við Rusland – Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, Heri Joensen frá Lóður og Niels Winther, stjóri á Vinnuhúsinum. Greitt verður frá m.a. áhugaverdari kanning. Føroyar útflyta til Russlands fyri kr. 2,2 mia av fiskavørum.





