Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Russland hevur rættin á síni síðu í Ukraina

Thorkild Kjærgaard, søgufrøðingur, dr.phil

Zelenskij forseti átti at havt kapitulerað beinanvegin. Hann hevur uttan haldgóða orsøk sent sítt land í eitt ræðuligt kríggj við ómetaliga mongum mistum mannalívum og hevur forkomið menniskjaligari eydnu í landinum.

 

Síðani Stóra Norðurlendska Kríggið endaði við friðinum í Nystad í 1721 hevur Russland verið tað størsta, sterkasta og fólkaríkasta landið í Europa og tað einasta europeiska landið, sum tað ikki ber til at sigra á, eins og bæði Napoleon og Hitler máttu sanna. Russland er í eini serstøðu og ger tí krav uppá nakað av ræðisrætti í nærøkinum við markið. Tað gera øll stórveldi og at banna tí hevði verið sum at bannað tyngdarlógini.

 

Dømi um tað sama er USA, sum við Monroe-doktrinini frá 1823 kunngjørdi, at Washington D. C. sær vestaru hálvkúluna sum strekkjandi frá Eldlandinum syðst í Amerika og líka til norðasta partin av Amerika, íroknað Grønland, sum sítt nærøki. USA tilskilar sær rætt til at grípa inn og leggja uppí, tá amerikanarar halda tað vera hóskandi. Tað er hent mangar ferðir. Til dømis fyri júst 50 árum síðani, tá Washington fekk frákoyrt fólkakæra og fólkaræðisliga valda forsetan í Chile frá.

 

Somuleiðis byrjaði USA at leggja nógv umrøddu Thule-støðina í Grønlandi uttan so mikið sum at fráboða Keypmannahavn tað. Spurt varð als ikki um loyvi, men tá tað var greitt, átók Danmark sær at tvingsilsflyta grønlendingarnar, sum amerikanararnir hildu vóru til fortreð í økinum. Nakað sum Danmark seinni hevur hoyrt ótrúliga nógv fyri. Teir veruliga seku – amerikanararnir – kritiserar ongin, hvørki danir ella grønlendingar.

Har er ongin russisk doktrin, sum svarar til Monroe-doktrinina. Men tað finnast nógvar royndir og tilfar, sum vísa, at nærøkið hjá Russlandi er samanfallandi við mentanarliga markið, sum í túsund ár hevur býtt okkara heimspart, Europa, millum londini, ið hava røtur í Rom (katólsk-protestantiska heimin) og londini, ið hava røtur í Byzans/Konstantinonpel/Istanbul (ortodoksa-byzantiska heiminum).  

 

Geva vit Russlandi rásarúm í økinum eystan fyri stóra markamótið – á sama hátt sum USA hevur sítt rásarúm í Amerika – er Russland ein álítandi og konstruktivur aktørur í europeiskum stórpolitikki. Hesum hevur Danmark notið væl av fleiri ferðir, til dømis undir Wienarkongressini í 1814-15, har Danmark hevði verið strikað av politiska heimskortinum, hevði Russland ikki vart donsk áhugamál.

 

Óansæð hvat hevur verið sagt frá tíð til aðra, er onki, sum bendir á, at Russland nakrantíð hevur ætlað at víðka seg út um sítt nærøki og at leggja Vestureuropa út til Atlantshavið undir seg. Í 1946 fekk Danmark oynna Bornholm aftur, eftir at sovjettiskir troppar høvdu verið á oynni síðani krígslok, uttan nakað krav um mótveitingar, hóast onki vald á jørðini hevði kunnað forðað Sovjett í at tikið sær Bornholm. Eisini tóku russar seg uttan treytir aftur av teimum økjum í Noregi, sum teir høvdu sett seg á, tá annar heimsbardagi var um at enda. Tann territoriala trygdin í Vestureuropa er ikki, og hevur ongantíð verið, hótt av Russlandi ella Sovjettsamveldinum, heldur ikki undir Kalda Krígnum.

 

Trupulleikar við Russlandi fær man einans, um man leggur uppí økið eystan fyri stóra mentanarliga markamótið, ið vil siga Belarus (Hvítarussland), Moldova og Ukraina – og tað er ikki øðrvísi enn at man ikki sleppur væl frá at bjóða amerikonskum áhugamálum á Cuba, í Chile ella í Grønlandi av.

 

Júst uppíblanding í nærøkið hjá Russlandi er hinvegin tað, sum Vestureuropa og USA hava praktiserað í stóran stíl, síðani Berlinmúrurin fall í 1989 og síðani Sovjettsamveldið og Warszawasamgongan upploystust tvey ár seinni. Í staðin fyri at vera varin og eygleiðandi, meðan tað groggy – men á ongan hátt týnda – russiska stórveldið fann eina nýggja javnvág við tey fyrrverandi Warszawasamgongu-londini og tær báðar fyrrverandi sovjettrepublikkirnar Belarus og Ukraina, sum bæði lýstu seg sjálvstøðug at vera, varð í staðin beinanvegin farið í gongd við at súgva tey upp í vesturlendskar felagsskapir sum ES og NATO. Fyri hini Warszawasamgongulondini kundi tað enntá lata seg gera í summum førum. Burtursæð frá Bulgaria lógu tey vestan fyri mentanarliga markamótið, og í teimum smáu baltisku londunum, Estlandi, Letlandi og Litava, sum ynsktu at koma burtur frá Russlandi, varð tað eisini góðtikið. Teirra hernaðarligi týdningur var ikki so stórur, so leingi Russland framvegis eigur enklavuna Kaliningrad í fyrrverandi Eystur-Proysalandi.

 

Øðrvísi var við Belarus og Ukraina. Tey bæði londini kundu gjarna vera sjálvstøðug, og tað vóru tey í stóran mun longu í Sovjetttíðini. Eitt nú høvdu tey bæði núverandi londini atkvøðurætt í ST, nakað sum ongi onnur Sovjet-lýðveldi høvdu. Tey sluppu eisini at hava egið hervald, men skuldi í minsta lagi vera uttanveltað og avgjørt ikki ”flirta” við alliansur vendar ímóti Russlandi. Ikki bert geopolitiskt, men eisini mentanarliga, málsliga, søguliga og familjumessiga eru russarar, ukrainar og belarussarar tætt samanbundnir. Tað finst neyvan ein russari, sum onga familju hevur í Ukraina og/ella Belarus, og tað er ongin ukrainari ella hvítarussari, sum ikki skilir russiskt. Um ein skal samanlíkna uttanríkispolitisku støðuna hjá Ukraina og Belarus, eftir at tey gjørdust sjálvstøðug í 1991, við nakað, so kundi tað verið við viðurskiftini hjá Danmark við Týskland eftir 1864. Týskland hevði onki ímóti, at Danmark var sjálvstøðugt, men Danmark skuldi vera uttanveltað og ikki ”flirta” við onnur, óansæð hvussu freistandi tað kundi vera.

 

Hernaðarsøgufrøðingurin Niels Bo Poulsen hevur skrivað eina bók um fransk-týska kríggið í 1870-71, og har førir hann fram, at tað mest sannlíkt hevði ført til undirgang fyri Danmark, um Danmark í vón um at vinna partar av Slesvig aftur hevði latið seg yvirtalað til at farið saman við Fraklandi ímóti Danmark. 50 ár seinni fekk Danmark Sønderjylland aftur uttan stórvegis hóvasták.

 

Hesar serligu treytirnar fyri Ukraina og Belarus hava báðar síður, bæði Vesturheimurin og londini sjálvi, havt torført við at virða. Serliga Ukraina. Tað sansaði longu at í 1990’unum, og síðani 2008 hevur verið tosað opið um at innlima Ukraina í NATO og eisini í ES. Hetta hóast tað hevur staðið sólarklárt fyri øllum, at Russland ikki kundi góðtaka tað. Russarar vendu leingi blinda eygað til tað, samstundis sum russarar settu stórar upphæddir í gassleiðingarnar Nord Stream 1 og 2, haðani Vestureuropa fekk bíliga orku. Vónin var, at USA og ikki minst Vestureuropa fóru at slaka viðvíkjandi at fáa Ukraina í sín part og fingust at skilja, at tað var í bestu interessu hjá báðum pørtum, men til fánýtis.

 

Kórið av høgtstandandi amerikonskum og vestureuropeiskum politikarum, hernaðarfólki og intellektuellum, sum tosaðu fagurt um at ”vera á røttu síðuni í søguni” um Ukraina, lótu seg ikki steðga. Forsetin í USA, sum hevði kunnað fingið alt til at verið eitt akademiskt kjak við eini fráboðan um, at Ukraina ongantíð kundi gerast limur í NATO, segði onki, heldur ikki eftir at Russland setti hælarnar í við afturtøkuni av Krim-hálvoynni, sum annars varð løgd undir Ukraina í 1954, tá Ukraina framvegis var eitt Sovjettlýðveldi.

 

At enda var onki annað at gera enn at noyða eina avgerð fram. Moskva væntaði uttan iva, at ein størri hernaðarstyrki (umleið 150.000 mans) við markið til Ukraina fór at fáa USA til at geva eftir og kunngera, at landið hevði uppgivið ætlanina um at fáa Ukraina innlimað í NATO, júst sum sovjettiski leiðarin Nikita Khrustjov gav eftir undir Cuba-kreppuni í 1962, eftir at John F. Kennedy sendi umleið eins nógvar hermenn til Florida fyri at geva til kennar, at hann meinti tað í álvara, tá USA segði, at landið ikki vildi hava sovjettisk atomvápn sett upp á Cuba. Men tað hendi ikki.

 

Vónin hjá Moskva um, at stórveldini framvegis høvdu eina valdsjavnvág, vísti seg at vera ov bláoygt. Heldur enn at geva eftir, sum russararnir høvdu gjørt 60 ár áðrenn, og lata verðina anda róliga aftur, so lótu amerikanararnir kreppuna eskalera, inntil hon var av hóskandi stødd fyri USA, og síðani løgdu amerikanararnir seg afturá og byrjaðu at almannakunngera fregnartænastuupplýsingar um, hvat russarar gjørdu við ukrainska markið, til øll at fylgja við í.

 

Við hesum arroganta og útspekuleraða stiginum gjørdist tað ógjørligt fyri russarar at taka seg aftur uttan at verða til gjøldur, og um morgunin hin 24. februar í 2022 fóru russiski herurin yvir um ukrainska markið. Her gjørdust teir enn eina ferð ótespiliga bilsnir, nevniliga tí at ukrainar tóku til vápnini heldur enn at gera sum Tjekkoslovakia í 1968, tá Alexander Dubcek læt vera við at gera vápnaða mótstøðu og heldur læt hermegina hjá Warszawasamgonguni frítt at fara. Russiska hermegin – ein lutfalsliga lítil styrki upp á 150.000 mans – skuldi brádliga vera ein invasiónsherur; ein sera krevjandi uppgáva, sum hon hvørki kundi loysa heilt ella lutvíst sjálv. Ukraina fekk lætt spæl – ov lætt, kann ein freistast til at siga. Vesturheimurin rópti hurrá og skundaði sær at senda vápn. Hetta var jú David ímóti Goliat, og tá ukrainski forsetin Volodymir Zelenskij segði við Biden forseta, at tað, honum tørvaði, ikki var ein biltúrur, men lóður, var ikki eitt eyga turt. Síðani tá er støðan normaliserað, soleiðis at skilja, at tað nú, 18 blóðugar mánaðir seinni við hundraðtúsundum av dripnum, milliónum av flóttafólki og ógvusligum oyðileggingum av bygningum, samferðslukervum og landsløgum, fyri ikki at tala um avleiddar avleiðingar í Afrika og aðrastaðni, sær út til, at Russland, hóast sanktiónir og óavmarkaða vápnahjálp til Ukraina, spakuliga er við at fáa tamarhald.

 

Uttan mun til, hvussu nógva samkenslu til ber at hava við Ukraina, so hevur landið og tess leiðari ikki eina góða søk. Óansæð hvussu gjarna ein ynskir tað, finst ongin altjóða rættarskipan, sum øll eru á einum máli um, sum Ukraina kann venda sær til.

 

Rættarskipanirnar, sum finnast, og sum allir smástatir mugu tillaga seg, antin teir eita Danmark ella Ukraina, er rættarskilið hjá stórveldunum, sum í okkara parti av verðini er stýrt av USA og Russlandi. Í teirri skipanini hoyrir Ukraina, soleiðis sum landið er staðsett við syðra flankan av Russlandi, heima í russiska partinum.

 

Sum tann longst-sitandi danski uttanríkisráðharrin nakrantíð, P. Munch (1870-1948), segði, so er landafrøðiligi determinanturin, t.e. staðsetingin av tjóðini í heimininum, avgerandi treytin og eitt grundleggjandi vilkor fyri smátjóðina. Smátjóðin kann ikki fara út um landafrøðiliga determinantin uttan at seta egna tilveru í váða.

 

At fara út um landafrøðiliga determinantin var tað, sum Ukraina gjørdi við at stremba eftir limaskapi í NATO, ið er ein vesturlendskur felagsskapur, stýrdur og rikin av USA. Harvið forbreyt Volodymir Zelenskij seg sum leiðari av eini smátjóð og setti tilverugrundarlagið hjá sínum landi í váða, uttan at tað var neyðugt.

Tað Russland, sum Zelenskij ynskir at taka Ukraina burtur frá, er ikki nakað barbariskt ódjór sum Hitlertýskland var, men ein brøðratjóð, sum burtursæð frá síni stødd líkist Ukraina ómetaliga nógv.

 

Harumframt hevur Zelenskij við at senda land sítt út í eitt ræðuligt kríggj við ómetaliga mongum mistum mannalívum og oyddari menniskjaligari eydnu gjørt seg sekan í at vanrøkja ta uppgávu, sum – næst eftir at tryggja, at tjóðin yvirlivir – er tann týdningarmesta fyri eina og hvørja stjórn, nevniliga at skapa tryggar karmar um ynskið hjá sínum fólki um eitt veruligt lív, ”le bienêtre moral et économique du peuple,” sum P. Munch rópti tað í eini røðu í Fólkasamgonguni (Folkeforbundet, League of Nations) í 1935.

 

Tann politiskt óroyndi Volodymir Zelenskij, sum kom til valdið í 2019 við einum lyfti um fyribøting við Russland, hevur havt fleiri møguleikar at steðga tí skriðulopi, sum nú er við at jarða hansara land og oyða hansara fólk. Tjekkoslovakiski hátturin frá 1968 var tann mest upplagdi. Um Zelenskij í 2022 hevði gjørt tað sama sum Alexander Dubcek, hevði hann kunnað bjargað sínum landi og fólki og givið søguni ein møguleika at virka í tí stilla, júst sum tað hendi í smátjóðini Tjekkoslovakia eftir 1968. Tað gjørdi Zelenskij ikki – hann valdi kríggið.

 

Sum partur av amerikonsku verðini kann almenna Danmark ikki sleppa undan stuðuli til Ukraina í hesum krígnum, óansæð hvussu ivasama søk Ukraina hevur. Men tað er langur vegur frá at senda nakrar einstakar kanónir og at hjálpa flýggjandi ukrainum og so til at ”veita” eitt stórt tal av F-16-flogførum og harvið gera sítt til at leingja kríggið við øllum teimum vandum, sum tað hevur við sær fyri Danmark sjálvt, fyri Ukraina og fyri altjóða trygdina.

 

Myndir av einum flirtandi kvinnuligum forsætismálaráðharra í eini F-16-dreparamaskinu og eitt fjákut, óálvarsamt Fólkating, sum eydnusamt fríað frá stúranunum hjá vanliga fólkinum, avmynda seg sjálvi og hvønn annan saman við undirhalds-oligarkinum Volodymir Zelenskij og hansara fotogenu frúu, eru ein skemmandi vitnisburður um eina stjórn og eitt ting, hvørs limir hava mist sína moralsku og politisku kumpass burtur.

 

Thorkild Kjærgaard, søgufrøðingur, dr.phil.

Harleyfacadeacryl