Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Ruth á hjólum

Tórbjørn Jacobsen

Í býráðssalinum hjá Runavíkar kommunu í Heiðunum stendur ein tódnað sniðútgáva av mjólkarbátinum “Ruth”. Sera væl frágingið handverk. Ein dagin, eg var í ørindum í høvuðsstaðnum, rendi eg meg í Álv Danielsen – ein av gomlu og kendu postmonnunum í Havnini. Tað var á goymsluni hjá Bókamiðsøluni at vit hittust, helst hevur hetta verið í 2018, tað árið Mentanarvika okkara gjørdi væl burturúr, hvussu ferðslumynstrið hevði verið, nú 110 ár vóru liðin, síðan Mjólkaforsýningin fór undir skipaðan flutning millum Havnina og bygdirnar í Sundalagnum og við Skálafjørðin. Ongin áhugi var sambært Álvi fyri modellinum í høvuðsstaðnum, og endin varð, at Runavíkar kommuna keypti skipið – ein skilagóð avgerð.

“Ruth” er úrslitið av eini merkisverdari samanrenning, har alkohol, mjólk, ferðafólk, farmur og postur spæla ein stóran leiklut. Stríðið og fólkatkvøðan um brennivínið, nakað eftir aldarskiftið fyri stórthundrað árum síðan, er tiltikið. Fráhaldsmenninir fingu ein danskan meiarist at hjálpa sær at sláa eitt slag ímóti rúsinum, og tá staðfest var, at børn í Havn um somu tíð fingu alt ov lítið av mjólk at drekka, hendi tað, at meiaristurin Petur Jensen bleiv verandi í Føroyum, og tvær flugur komu soleiðis um stokkin í einari syftu. Brennivínshandilin lat aftur, og C. Christensen, Valdemar Lützen og Poli í Dali settu á stovn eitt mjólkavirki. Hetta var í 1908. Sama árið keyptu teir “Ruth” við tí endamáli at fáa mjólk til stórstaðin frá bóndunum í Sundalagnum og innan av Skálafjørðinum. Posturin fekk fíggjarligu kabaluna at ganga upp. Árið eftir varð Jensen settur stjóri, og vit, sum hava livað nóg leingi, kenna eftirsíðan søguna um trafikalu undirstøðuna, sum Thorshavns Mælkeforsyning & Margarinefabrik A/S stóð á odda fyri, – hagartil landsmyndugleikin tók yvir. Skipsdekk og salongir eru síðan yvirhálaðar av vegum, brúm, tunlum og nú undirsjóvarsmogum.

 

Hetta boðar okkum frá, at nógv samband av góðum grundum hevur verið millum syðru endarnar á størstu oyggjum landsins, eisini áðrenn tíðina við skipaðari rutusigling. Meðan Klaksvíkin helst hevur verið stórstaðurin hjá bygdunum eystan- og norðantil í Eysturoy, har kom eisini skipað rutusigling seinri, so hava fjarðbúgvarnir orienterað seg meira í mun til høvuðsstaðin, tað var har tey stóru ørindini vórðu avgreidd, áðrenn tann stóra menningin tók seg upp kring um Skálafjørðin, og tað mesta kundi avgreiðast í egnum jørðildi.

 

Eysturoyartunnilin letur nú upp fyri almennari ferðslu. Vit, um hesar leiðir, eru ikki óvon við menn sum hugsaðu stórt, í undirstøðuni, men hetta man vera ein hending, sum fáur hevði væntað skuldi henda í 2020. At tað fór at bera til at aka ímillum Runavík og Tórshavn og øvut eftir fáum minuttum undir taki.

 

Útbúgvingarmøguleikar og undirstøðukervi, á øllum mótum, hava flutt Føroyar framá til at vera í heimsflokki sum vælferðarsamfelag. Hendan íløgan, sum útheimurin undrast yvir, er enn ein varði í skilvísari útbygging av landinum, sum gevur mongum nýggjar møguleikar. Runavíkar kommuna – serliga teir partarnir sum liggja næstir tunnilsmunnunum – báðumegin við Saltnesgrynnuna – liggur nú í solar plexus í Føroyum. Vit eru sjálv miðjan, og tann møguleikan eiga fólk at brúka optimalt. At fleiri krambúðir hava latið upp í økinum hesar seinastu dagarnar, sigur mær somikið, at tað unga fólkið ikki væntar eina urbanisering fyri suðurgangandi, bara, men heldur, at Havnin og Skálafjørðurin, nýggja miðstaðarøkið í landinum, har meiri enn helmingurin av fólkinum í einum og sama landi býr, er farið undir eina sambræðing har útboð og eftirspurningur ferðast kring um í øllum økinum.

 

Ivist onga løtu í, at Eysturoyartunnilin fer at vera gagnligur fyri alt landið, og at hann serliga fer at styrkja miðju landsins munandi av tí samrakstrarmátti, sum sjálvandi fer at taka seg upp úr nýggja møguleikanum – sum í grundini ikki er annað enn ein moderniserað útgáva av skipaðu rutusiglingini, sum Thorshavns Mælkeforsyning & Margarinefabrik A/S fekk í lag fyri 112 árum síðani.

 

Tá var Ruth í sjónum, nú flytir hon seg metaforiskt á hjólum undir Tangafirði, har hon mangan brattan mundi fara uppsjóvar.

 

Hjartaliga til lukku við frambrotinum – Eysturoyartunlinum.

 

 

Harleywoodpaint