Tá lastbilurin hjá Føroya Bjór koyrdi ígjøgnum Norðoyatunnilin ígjár, datt ein steinur úr tunnilsloftinum og rakti bilrútin
Leon Viðbjørg koyrir lastbilin hjá Føroya Bjór og ígjár var hann á veg í Eysturoynna við vøru. Í meðan hann koyrir í Norðoyatunlinum losnar grót í tunnilsloftinum.
Tað vildi so til, at ein steinur tók í bilrútin, sum fekk skaða ímeðan bilstjórin fekk ein hvøkk.
Vit fingu nakrar myndir.








