Vandamikli álopsleikarin, sum í fjør spældi við KÍ, heldur fram í føroyskum fótbólti.
Hóast sera avmarkaða spælitíð, so skoraði Valerijs Sabala sjey mál í fjør fyri KÍ í landskappingini og gjørdists nr. 4 á toppskjúttaralistanum hjá KÍ. Nú boðar B36 frá, at Sabala hevur gjørt sáttmála við felagið fyri 2023.


