Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sættu ferð KÍ spælir stórsteypadyst

Jákup Ósá

Hjá KÍ vísir søgan, at tað hevur týdning at vinna stórsteypadystin.

Tí tá KÍ hevur tapt stórsteypadystin – í 2017 og 2024 – hevur tað víst seg, at KÍ hevur ikki fingið eitt gott kappingarár. Meðan KÍ hevur vunnið FM tvær ferðir tey árini, tá KÍ hevur vunnið stórsteypadystin.

 

2017: Víkingur-KÍ 2-1

2020: KÍ-HB 1-1 (KÍ vann brotssparkskapping)

2022: KÍ-B36 3-1

2023: KÍ-Víkingur 0-0 (KÍ vann brotssparkskapping)

2024: KÍ-HB 2-3

 

Í 2026 verður tað KÍ ella HB, sum stendur við stórsteypinum. Dysturin verður leygardagin kl. 17.00.