ÍSF skipar fyri almennari framløgu á Skúlatrøð í kvøld kl. 19 við heitinum “Kynstrið at skapa breiðar felagsskapir fyri børnini, breiddina og tey bestu”
Vit fara greiða frá nýggju ætlanini hjá ÍSF og ynskja at hoyra tykkara hugsanir. Umframt orðaskifti, verða skiftandi framløgur frá gestarøðarum.
9. november eru vit í skúlanum á Skúlatrøð (nýggja Miðstova) ml. kl. 19-21. Hetta kvøld hugleiðir Annika Helgadóttir Davidsen um ung, trýst og úrslit, soleiðis sum børn og ung uppliva tað.
Annika Helgadóttir Davidsen er sálarfrøðingur og hevur seinastu nógvu árini arbeitt við sálarheilsu hjá ungum – bæði sum sálarfrøðingur á miðnámi og sum granskari. Tá tað snýr seg um sálarheilsu og trivna millum ung hevur Annika m.a. víst á, hvussu summi ung uppliva trýst frá samfelagnum, og hvussu slíkar avbjóðingar kunnu møtast. At svarið finst úti í samfelagnum og at broytingar muga til. Vit hava biðið Anniku hugleiða um, hvussu ung uppliva trýst um úrslit í føroyskum ítrótti.
Hetta er fyrsta strategiska stigið fram ímóti at styrkja føroyska ítróttafelagsskapin og skapa ítrótt fyri øll – alt lívið.
Tiltakið er alment.


