Norðlýsið var við, tá ið næmingarnir á Matvørudeildini á Tekniska Skúla tulkaðu okkara fremstu fiskavøru í Føroyum á Torradøgum nemliga saltfiskin
Næmingarnir høvdu saltfisk sum evnið í 3 dagar. Hugsanin var at síggja framleiðsluna av saltfiskinum , kunning um saltfisk sum matvøru og so eisini produktmenning av salfiski, soleiðis at føroyingar , ung sum eldri, fara at eta meir av saltfisk aftur.
Vit vórðu á virkisvitjan á Kósini at síggja framleiðsluna og eisini var Jógvan Olsen og greiddi frá framleiðsluháttinum umborð, í farnari tíð.
Í køkinum framleiddu næmingar m.a
- Tomatsuppu v/ saltfiskabitum og føroyskum basilikum.
- Pannustoktar Bacalao frites.
- Karrygrýtu v/saltfiskabitum.
- Flütes við saltfiski.
- Pizza-bacalao.
- Kremutan grýturætt við mildum saltfiskabitum
- Krokettir av saltfiskabrandada.
Næmingarnir lærdu sera nógv á evnisdøgunum um saltfisk og hildu at tað ber sera væl til at fáa heilsugóðar og leskiligir rættir burtur úr einari føroyskari vøru sum saltfiski.



















