Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Salthúsið og økið sunnanfyri

Jákup Andreasen

Myndin suður eftir takinum á Salthúsinum og heim í vánna er helst tikin stutt áðrenn Salthúsið og aðrir bygningar á Stongunum vórðu javnaðir við jørðina, og nakrar stórar hallir bygdar ístaðin.

Upprunaliga bygdi Jens Klæmint Isaksen Salthúsið úr betongi við fløtum taki, men bygningurin varð ongantíð heilt liðugur. Seinni leigaði Kjølbro fyritøkan bygningin til saltgoymslu, og einaferð í 1950-unum yvirtók kommunan bygningin frá Jens Klæmint.

Teir síggja út til at verða farnir undir at byggja Magn støðina, har sum húsini hjá Olaf á Stongunum lógu, og uttast til vinstru í myndini haldi eg meg hóma ein part av gamla timburhandlinum hjá Kjølbro á Varpinum. Bygningurin á Varpinum varð upprunaliga bygdur sum fiskahús og útbygdur fleiri ferðir, men so hvørt sum tað bleiv útbygt á Stongunum, blivu bygningarnir á Varpinum timburhandil burturav við snikkavirki og ísenkramhandli.

Frá suðurendanum á salthúsinum og suður móti omankoyringini norðanfyri hjá Olafi var eitt stórt fríøki. Frá sildatíðini fyrst í 1960 unum minnist eg best einaferð, tá farmaskipið Elsa F hjá Jógvan Páll Fjalsbak legði at á Stongunum fult lastað við tómum sildatunnum. Tá sluppu vit smádrongir upp í part at rulla hesar tunnurnar frá skipinum og niðan á fríøkið, har tunnurnar vórðu lagdar, til tær skuldu brúkast. Vit fingu nøkur oyru fyri hvørja tunnu, sum vit rullaðu. Eg haldi, at hetta vóru tær fyrstu krónurnar, sum eg tjenti á leið 7 ára gamal.

Seinni brúktu vit smádrongir ofta hetta økið til fótbóltsspæl. Har var nokkso slætt, og mál var í báðum endunum. Tí lá væl fyri at sparka fólbólt har hjá okkum, sum búðu á Gørðum og har um leiðir. Helst hava nakrir av góðu fótbóltsspælarunum hjá KÍ gjøgnum árini fingið sína fyrstu venjing á økinum sunnanfyri Salthúsið, men tað var uttan nakran venjara.

Aftanfyri á myndini stendur, at hon er tikin í 1986.