U21-landsliðsvenjarin hevur eitt ynski um, at U21-landsliðið framyvir fer at hava heimavøll á nýggja altjóða leikvøllinum í Klaksvík.
Í summar bleiv Djúpumýrar góðkendur til altjóða dystir og tað fer longu nú at síggjast aftur í landsliðsfótbólti, har U21-landsliðið 7. oktober kl. 14.00 spælir heimadyst móti Norður-Makedonia. Í morgun var tíðindafundur í FSF-húsinum, sum FM1 eisini sendi frá.
– Tað sum eisini er áhugavert fyri okkum er, at vit skulu spæla fyri fyrstu ferð í Klaksvík. Vit hava spælt á Svangaskarði, á Tórsvølli og á Ovara Vølli, so um klaksvíkingar kunnu standa tryggir rundanum U21-landsliðið, so kundi tað verið spennandi at tað bleiv borgin hjá U21-landsliðnum við øllum áskoðarunum, sum eru har. So vit eru øgiliga spentir uppá at koma til Klaksvíkar at vísa U21-landsliðið fram. Og vit vóna, at teir taka væl ímóti okkum, segði Sámal Erik hentze í framløguni.
– U21-landsliðið hevur spælt á Tórsvølli, Svangaskarði og Ovara Vølli síðstu árini. Eg føli, at vit mangla ein basa at vera á. Hetta er bara mín persónliga meining, men hví kann Klaksvík ikki hava eitt landslið, sum teir bakka upp 100 prosent, meðan A-landsliðini hjá kvinnum og monnum spæla á Tórsvølli. Tað tað hevði verið áhugavert fyri býirnar/bygdirnar, sum hava altjóða vøllir, at tey hava eitt landslið í part at bakka upp um. Hygg eftir umstøðunum í Klaksvík og áskoðarunum har, hvussu gott tey gera tað. So hví ikki gera Klaksvík til ein skansa til U21-landsliðið. Tað hevði verið fantastiskt, segði Sámal Erik við FM1.
– Vit kenna Norður Makedónia nakað, tí teir vóru í okkara bólki seinast. Tá blivu vit avsmurdir á útivølli 7-1 og taptu 2-1 á heimavølli. Teir fingu tá 18 stig og endaðu á 2. plássi í bólkinum. Nú hava teir spælt tveir dystir og hava eitt stig. Teir eru svangir og hava eitt gott lið, segði U21-landsliðsvenjarin í framløguni.
Úr KÍ blivu Børge Petersen og Jonn Johannessen úttiknir og teir væntast báðir at fáa stórar leiklutir, um teir eru tøkir at spæla.
Hetta eru fantastiskir møguleikar fyri føroyskan fótbólt og eisini lokalan fótbólt, um hetta verður veruleiki, at U21-landsliðið kemur at spæla fast í Klaksvík. Hetta eru altjóða dystir á høgum stigi og so seint sum í september vitjaðu eitt franskt U21-landslið, sum hevði eitt virði á knappar tvær milliardir. Við hesum koma teir flestu framtíðar landsliðsleikararnir bæði hjá Føroyum og øðrum londum at vera at síggja í Klaksvík umframt alt virksemi, sum hetta á ymsan hátt kemur at skapa í býnum.


