Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Sámal Jákup partur av venjaratoyminum

Oliver Joensen

Stjørnan boðar frá, at avtala er gjørd við vestmenningin Sámal Jákup Djurhuus um, at hann komandi kappingarár verður partur av venjaratoyminum hjá felagnum. Uppgávan hjá Sámal Jákup verður primert, at venja G14 og G16.

Sámal Jákup hevur drúgvar royndir sum hondbóltsvenjari, m.a. hevur han verið hjálparvenjari í 1. deild í Danmark. Síðani familjan, eftir lokna útbúgving í Danmark flutti til Klaksvíkar at búgva, hevur Sámal Jákup verið partur stjørnuvenjingunum, serliga við heimum yngstu.

Víðari sigur Stjørnan, at tey eru sera fegin um, at Sámal Jákup verður  partur av venjaratoyminum hjá felagnum.