Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sambandsflokkurin vitjar borgarstjóran

klaksvik.fo

Fyrrapartin í dag var løgmaður, saman við tingmanningini hjá Sambandsflokkinum, og vitjaði Klaksvíkar kommunu. Á skránni var m.a. framløgur og prát um ymiskt virksemi í kommununi. Eitt nú bleiv nógv prátað um hølisviðurskiftini á Norðoya Røktarheimi.

 

Marna E. Jensen, stjóri í Norðoya Bú- og Heimatænastu, greiddi frá virkseminum á Norðoya Røktarheimi og hølistørvinum hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Í hesum sambandi vóru ymiskar loysnir umrøddar, sum kundi verið ein fyrimunur fyri bæði Klaksvíkar Sjúkrahús og Norðoya Bú- og Heimatænastu.  

Karl Johansen, borgarstjóri, vísti á, at ein avbjóðing í hesum arbeiðinum er, at í sambandi við at eldraøkið varð latið kommununum at umsita, so skuldi kommunurnar yvirtaka øll búpláss á eldraøkinum. Tó vóru tvey undantøk, sum ikki vóru loyst áðrenn yvirtøkuna av eldaøkinum, nevniliga Norðoya Røktarheimi og Røktarheiminum á Tvøroyri, sum bæði eru sambygd við sjúkrahúsini á staðnum. Tí má greiða fáast á ognarviðurskiftini hjá Norðoya Røktarheimi, áðrenn aðrar verkætlanir á eldaøkinum kunnu setast ígongd.

Borgarstjórin nýtti tí høvið, at heita á løgmann og tingfólkini, um at hjálpa við at loysa hesa tvístøðuna, soleiðis at arbeiðast kann víðari við teimum ætlanum, sum kommunan hevur á eldraøkinum.