Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sambandsmenn í Amarant

Jóhann Lützen

Karl Johansen og Allan Larsen hittu Lars Løkke Rasmussen í Amarant í dag. Vit fingu eina góða mynd

Nógv gott fólk kemur í Amarant, at fáa sær ein bita. Í dag vildi tað so til, at tveir av teimum trimum uppstillaðu á sambandslistanum til býráðsvalið, Karl Johansen og Allan Larsen av tilvild hittu Lars Løkke Rasmusen, fyrrverandi statsministara í Danmark. 

Teir vóru í hvør sínum lagi farnir í Amarant at fáa sær ein betri bita. 

Sambandsflokkurin og Venstre eru systurflokkar og tí fullu teir í prát beinavegin. Lagið var gott og sjálvsagt fingu vit eina góða mynd av teimum. 

Lars Løkke spurdi um vóninar til býráðsvalið og tóktist áhugaður í hvussu leikur fer týsdagin 10. november.