Edmund Joensen gjørdist toppskjúttin á Sambandslistanum – sum megnaði at vinna fólkatingssessin frá Fólkaflokkinum.
Edmund Joensen kann nú koma í eina lyklastøðu í fólkatinginum.
Tað gjørdist greitt eftir at danski forsætisráðharrin hevði vunnið valið við teprum meiriluta.
Hetta er fyrstu ferð at Sambandsumboði gerst avgerandi fyri eina Vinstra stjørn og hóast Edmund Joensen gjørdi greitt at hann fer at stuðla Anders Fogh – so er tað uttan iva ikki uttan ávísar forvantningar frá føroyskari síðu.
Samstarvið millum Sambandsflokkin og Vinstraflokkin er 100 ára gamalt og nú føroyski partnarin kann gerast tungan á vektskálini er tað neyvan ov lítið sagt at føroyski parturin kann roknað við at fáa eina viðurkenning.




