Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Samfelagsstevna í Havn

Ebenezer

Í døgunum 1. til 5. november verður samfelagsstevna í Havn. Evnið í ár er ”Tit trýgva á Gud, trúgvið á Meg við” sigur Jesus.

 

 

Endamálið er at vísa á Jesus, sum okkara einastu vón. Bæði fyri mannaættina og fyri hvønn einstakan. Eisini ynskja vit at møta øðrum, sum trúgva á Jesus og at hava samfelag við tey.

Á stevnuni vera talarar úr ymsum pørtum av landinum. Góður felagssangur verður og Betesdakórið, Ebenezerkórið, Manskórið í Ebenezer o.o. syngja.

Byrjað verður mikukvøldið við bønamøti í Ebenezer. Í vikuskiftinum verða møtini í Høllini á Hálsi.

Av serstøkum tiltøkum kunnu vit nevna, at:

▪  fríggjakvøldið og leygarkvøldið kl. 22.30 er opið hús, sum serliga er ætlað ungum, tó eru øll hjartaliga vælkomin.
▪  leygardagin seinnapart er eitt tiltak fyri øll ættarlið – bæði stór og smá. Byrjað verður við kafé kl. 13.00 og endað verður við familjumøti kl. 15.00.

Øll eru vælkomin. Bæði tey, sum eru von at ganga á møti og tey, sum ikki eru von at ganga á møti. Stevnan er fyri øll.

Deyvatulking er á møtunum í vikuskiftinum og tá verða møtini eisini stroymd.

Fá meiri kunning á Ebenezer.fo Ebenezer