Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Samfelagsstevnan 2025                                      

Ebenezer

Árliga samfelagsstevnan hjá Ebenezer verður í døgunum 5.-9. november.

 

Byrjað verður í Ebenezer mikukvøldið kl. 20, og møtini hósdag og fríggjadag verða í Ebenezer. Fríggjakvøldið verður flutt niðan í høllina við Tjarnir.

Heitið fyri stevnuna er  ‘Søkið fyrst ríki Guds!’.

Í hesum ófriðarligu tíðum, har mong stúra, biður Jesus okkum søkja ríki Guds fyrst. 

Á skránni verða møtir, evnistímar um missión, ungdómsmøtir, sunnudagsskúli, drekkamunnur og nátturði, framsýningar, bókaborð, spælistova fyri børn og barnaløta.

Vit syngja saman, hoyra talur og  vitnisburðar.

Felagskór og einstaklingar syngja fyri okkum.

Eisini hava vit felagsskap hvørt við annað og njóta máltíðir saman.

Vit gleða okkum at síggja børn, ung, vaksin og eldri á samfelagsstevnuni 2025.