Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Samgongan hevur mist meirilutan

Jóhann Lützen

Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, boðar frá, at hann ikki stuðlar samgonguni longur, so leingi Sambandsflokkurin er í samgongu við Miðflokkin. Men hann er framvegis partur av Sambandsflokkinum, tí Sambandsflokkurin hevur ikki ført ein politikk, sum Johan Dahl ikki kann taka undir við.

Her sipar Johan Dahl uttan iva til, at løgmaður og formaðurin í Sambandsflokkinum, Bárður á Steig Nielsen, á miðdegi í dag gav sambandstingfólki ein blankokekk til at atkvøða eftir egnari sannføring. Nakað sum eitt nú gjørdi, at Erhard Joensen saman við Johan Dahl kundi atkvøða fyri málinum um sammøður. Og sum eisini gjørdi, at Rósa Samuelsen heldur ikki atkvøddi saman við Miðflokkinum.

So staðfestast kann, at har er sera vátt í reiðrinum millum Johan Dahl og Miðflokkin, nakað sum Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, eisini staðfesti, tá hann segði, at hann ikki longur roknaði Johan Dahl sum part av samgonguni.

Eftir øllum sólarmerkjum fara vit sostatt at hava eina minnilutasamgongu á tingi framyvir, um Miðflokkurin í heila tikið góðtekur, at samgongan heldur fram. Eftir útmeldingunum í dag er tað tó ikki óhugsandi, tí formaður Miðfloksins hevur drigið í land við at sagt, at tað, at málið um sammøður varð samtykt, ikki ger, at Miðflokkurin trekkir seg úr samgonguni automatiskt – hóast Kringvarpið hevur funnið fram ljóðbrot, ið siga, at Miðflokkurin fór at gera júst tað.

Harleyfacadeacryl