Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Samhandil við Rusland

Tekstur og myndir: Dávur Winther

Hetta var heitið á fyrilestrarrøð í miðhøllini í gjárkvøldið, har Niels Winther, stjóri á Vinnuhúsinum, Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður og Heri Joensen frá Lóður greiddu frá.

Væl av fólki møtti til hetta áhugaverda tiltak á Torraskránni. Avalan um henda fundin er gjørd fyri tíð síðan. Men av tí at russar júst høvdu lopið á Ukraina, vóru framløgurnar snaraðar nakað í mun til aktuellu støðuna.

Hvønn týdning kann álopið hjá Putin fáa fyri Føroyar í mun til, um vesturheimurin setur í verk stórvegis revsiátøk mótvegis Russlandi, vitandi at Føroyar í fjør útfluttu fyri 2,3 mia kr; var ein av spurningunum, sum varð umrøddur.

Niels Winther vísti á, at ES-handilsavtalan er skeiklað til fyrimuns fyri útflutning úr ES til Føroya, tí Føroyar hava einans tollfrælsi á teimum fáu vørum, sum positivt eru nevndar í avtaluni.

ES hevur tollfrælsi á øllum vørum, sum ikki positivt eru nevndar! Hugurin hjá ES at gera ein meira javnbjóðis sáttmála hevur verið ógvuliga avmarkaður, helt Niels fyri.

Møguleikin at framleiða flestu høgt góðskaðar fiskavørur til ES-marknaðin er sera avmarkaður orsakað av tolli. Handilsavtalan við Stóra Bretland er eitt avrit av avtaluni við ES. Nýggju handilsavtalurnar, sum ES ger, hava nógv betri atgongd fyri fiskavørum til ES. Dømi er Canada, greiddi Niels Winther, stjóri í vinnuhúsinum frá.

Føroyar hava flutt fiskavørur til Russlandi í hópatali og eru eingi handilstiltøk sett í verk móti Føroyum higartil. Men Russland hevur brúkt støðuna seinnu árini til at gera seg meira sjálvbjargið í matvøruframleiðsluni.

Støðan júst nú er rættiliga óviss, og broytist tíma fyri tíma. Sera torført at spáa um avleiðingarnar fyri Føroyar. Eingin ivi er tó um, at avleiðingarnar vera víðfevndar. Talan kann gerast um handilstiltøk – Hvat við útflutningi av laksi, sum tó hevur verið nakað í minking og so serliga av makrel og sild, sum Rusland keypir nógv av?

Ivaleyst verður ein munandi hækking í orkuprísunum, vegna kríggið, sum Putin hesur byrjað. Helst eisini stór gjaldoyrasveiggj, sum sjálvandi eisini ávirkar alheims fíggjarmarknaðir. Tað hevur verið uppá tal, at SWIFT-skipanin við Russland skal steðga. Verður tað framt í verki, so steðgar nógv upp!

Sama mál nýtti Sjúrður Skaale, sum í ymsum grafum vísti á stóra handilssambandið við Russland, ið verið hevur og um hvørjar avleiðingar, tað kann fáa fyri Føroyar ikki at hava atgongd til so stóran marknað. Tað tekur tíð at finna nýggjan marknað og uppbyggja so stór sambond – og so til hvønn kostnað?

Sjúrður vísti á, at Bakkafrost ikki longur er so bundið at Russlandi. Teir hava minkað um sín útflutning síðani 2016.

Teir vóru settir á “reyða lista” í 2018, og á “grøna lista” aftur í 2020. Hesum hava teir tikið avleiðingar av og útflyta nú bert 10 % til Russlands. Hetta má metast sum ein skilagóð “politiska” ábyrgd, Bakkafrost hevur sýnt. Tað kunnu vit so siga í dag, við teirri støðu, vit nú eru í við møguligum stórkríggi, greiddi Sjúrður frá.

Helst verður tað pelagiska vinnan, sum kemur at gjalda prísin. Teir hava selt nógv til Russlands og differentierað marknaðirnar lítið. Russar kunnu tykjast áhugaverdir eisini marknaðarliga, men tá ið teir verða stýrdir av einum einaræðisharra, kann ganga galið – so sum tað vísir seg júst í løtuni, tók Sjúrður Skaale, fólkatingslumur saman um.

Danmark hevur eitt útflutningasvirði mótvegis Russlandi á 6,8 mia kr. sum lutfallsliga hevur lítlan týdning í mun til tær 2,3 mia kr; Føroyar útflyta fyri.

Sjúrður tók eitt sindur í “Radaramálið” og vísti nakrar myndir við radaranetinum, sum tykist nakað tunt kring Føroyar. Sum partur av NATO, er tað ein sjálvfylgja at radarin kemur upp.

Tó tykist tað, sum tað er ein nokk so avgerandi munur fyri førðoyingar, um tað er NATO ella Dabmark, sum setur radaran upp! Er tað marknaðurin sum stýrir hesi avgerð? Óhepnar politiskar útmeldingar kunnu eisini raka okkum meint, endaði Sjúrður.

Heri Joensen frá Lóður hevði eina áhugaverda framløgu um eina norðurlendska kanning um fólksligan hugburð til uttanríkis- trygdar- og verjupolitikk, har somu spurrningar eru settir í øllum Norðurlondum.

Eitt sum var undarligt, var at føroyingar í mun til onnur eru rættiliga “apatiskir” til spurningin um trygdarpolitisku hóttanina. Tá ið spurt verður um hon er stór, sera stór ella lítil – svara næstan triði hvør (27 %) “Veit ikki”! Hóttanin er stór, svara 12 %, lítil 24 %. Svarini hava eisini tilknýti til útbúgvingar og sosiala støðu.

Til bar at taka samanum, og siga at føroyingar ynska samhandil við Russland, og at málið um radaran helst er meira eitt Danmark-Føroyar mál enn eystur-vestur mál.

Ein ógvuliga áhugaverdur fundur og framløgur, sum gjørdist næstan óhugnaliga ítøkiligur við støðuni í Ukraina, har Russland ger sær dalt onkusvegna.

Við til framløgurnar vóru eisini tveir limir í Uttanlandsnevnd Løgtingsins, sum søddu hetta var ein viðkomandi og læruríkur fundur fyri tey, nú støðan tykist nokkso álvarssom.