Aftaná at hava samráðst við veitarar vm. fyri at finna tí best hóskandi og kappingarføru loysnina fyri Fugloynna, er avtalað gjørt við Magn um veiting av olju frameftir.
Tekniska útgerðin er bíløgd og vónandi verður henda skipan tøk á nýggjárinum.
Talan er um eitt breitt samstarv, sum umfatar Fugloyar kommunu, Magn, SEV og Strandfaraskip Landsins. Tað er Heilsu- og innlendismálaráðið við Sirið Stenberg landsstýriskvinnu á odda, sum hevur samskipað hetta samstarv, ið væntandi er bæði gagnligt og fyrimyndarligt fyri menning av útoyggjum frameftir.
Vit duga at síggja sera gagnligar avleiðingar fyri Fugloynna, við at menna samstarv við fyritøkur og stovnar, tí talan er um eina lítla eind, sum ofta kann tykjast møtimikil fyri bæði fyritøkur og stovnar at loysa uppgávurnar einsamallar. Samstarvi um oljuveiting kann nýtast til fyrimynd eisini tá ið talan er um aðrar viðkomandi uppgávur á Fugloynni sigur Símun Gullaksen varaborgarstjóri.
Í januar hava vit ein fund við Landsverk og Strandfaraskip Landsins, har møguleikar eru fyri at menna eitt tættari samstarv millum Fugloyar kommunu og hesar báðar stovnar. Tað er eingin ivi, at vit síggja stórar møguleikar fyri at rationalisera nøkur ting, sum aftur kunnu føra við sær eina nógv effektivari veiting til borgarar og ferðandi, bæði tá ið talan er um trygd, tænastu og kostnað sigur Símun Gullaksen at enda.
Nærri kunning um oljuveitingarleistin á Fugloynni, kann síggjast við at trýsta á fylgjandi leinkju:
http://www.fugloy.fo/oljuveiting.html




