Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Samstarvsavtala við REDOX

Jóhann Lützen

MP Teknik og Redox AS hava gjørt samstarvsavtalu um Føroyar

 

Redox er ein norsk fyritøka við 20 ára royndum, ið veitir vørur, tøkni og heildarloysnir fyri optimalisering av vatngóðsku, fiskihandfaring og bio-trygd fyri fiski- og havbrúksvinnuna.

Redox eru serfrøðingar innan ozon v.m.

Við teirra egnu útviklaðu forritan og automatisering myndar hetta grundarlagið fyri teirra veitingum.

Við hesum samstarvið síggja vit fram til at skapa nýhugsandi loysnir, ið kunnu ganga á møti við tær tøkniligu avbjóðingar sum íðnaðurin stendur upp ímóti, samstundis við at hædd verður tikið fyri burðardygd og umhvørvisbroytingum.