Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Samsvar er millum uppstillaðar og valdar kvinnur í Klaksvíkar Býráð

Jóhann Lützen

Í sambandi við tíðindaskriv, ið sæst aðrastaðni her á síðuni, um kvinnuumboðan til kommunuval, har tað er kannað, hvussu væl (ella illa) kvinnur eru umboðar í uppstillingini, hava vit á Norðlýsinum hugt at, hvussu hetta ger seg galdandi fyri Klaksvíkar Kommunu. Ein áhugaverd eygleiðing í kanningini er, at greitt samsvar er millum tal av uppstillaðum kvinnum og tal av valdum kvinnum. Men lat tað vera sagt beinanvegin, at soleiðis er tað eisini í Klaksvík, okkurt árið enntá frægari, sæð úr einum kvinnusjónarmiði.

Hyggja vit at teimum seinastu 5 kommunuvalunum, teimum í 2000, 2004, 2008, 2012 og 2016, so sæst fram til (men ikki við) seinasta val í 2016 ein framgongd uppá eina innvalda kvinnu fyri hvørt býráðsval frá og við 2004. Í ár 2000 blivu tríggjar kvinnur valdar inn í býráðið í Klaksvík, Eyðgunn Samuelsen, Elisabeth Joensen, vanliga nevnd Betta, og Jórun Høgnesen. Hetta talið heldur sær í 2004, tá Gunvá við Keldu kemur inn, men Betta Joensen ikki stillar uppaftur. Hinar báðar verða afturvaldar.

Til valið í 2008 økist kvinnuumboðanin við einari, tá 4 kvinnur koma inn. Tær eru Gunvá við Keldu, Eyðgunn Samuelsen, Óluva Klettskarð og Elsebeth Gunnleygsdóttir Hansen. Og tann gongdin heldur fram í 2012, tá kvinnuumboðanin aftur økist við einari. Tær fýra, sum tá ”manna” kvinnuliga partin av býráðnum 2012-2016, eru Gunvá við Keldu, Óluva Klettskarð, Signhild V. Johannesen og Herfríð Sørensen.

Men trøini vaksa ikki inn í himmalin, heldur ikki fyri kvinnur, so tá val er aftur í 2016, minkar kvinnuumboðanin við einari. Tað er Óluva Klettskarð, ið ikki verður afturvald, meðan í hennara stað kemur Beinta Klakkstein. Signhild V. Johannesen, Herfrí Sørensen og Gunvá við Keldu halda fram.

Hyggja vit at uppstillingini, so vórðu 15 kvinnur av 57 uppstillaðum í 2000, ið svarar til 26% kvinnur. Innvaldar vóru 3 kvinnur av 11, ið eisini er 27%. Tað vil siga, at í 2000 er nærum fullkomið samsvar millum uppstillaðar og innvaldar kvinnur.

Í 2004 er eitt vet øðrvísi, men bert eitt vet. Tá stilla 41 fólk upp, harav 12 kvinnur, svarandi til 29%. Tríggjar kvinnur verða valdar aftur her, ið aftur gevur 26%. Í 2008 stilla bert 38 fólk upp, ið er tað lægsta í hesi øldini, men framvegis verða 12 kvinnur uppstillaðar. Her telja kvinnurnar sostatt 32% av teimum uppstillaðu, og av teimum verða 4 valdar, ið er 36%. Hetta árið verður sostatt eitt vet meira í prosentum valt av kvinnum, enn prosenttalið av kvinnum, ið stillar upp.

Tá vit so koma fram til 2012, so útgera kvinnurnar hetta árið 28% av teimum uppstillaðu, tilsamans 11 av 39 uppstillaðum. Men her gera kvinnurnar eitt hál; 5 kvinnur verða valdar inn í býráðið, ið svarar til heili 45%. Kvinnuumboðanin millum tær innvaldu er sostatt hægri enn millum tær uppstillaðu. Í 2016 minkar talið aftur; tá eru 14 kvinnur av 40 uppstillaðum, svarandi til 35%. Tá valdagurin hevur verið, verða 4 kvinnur valdar í býráðið, ið svarar til 36%.

Sostatt kann staðfestast, at Klaksvíkar Kommuna alla 21. øld hevur livað sera væl upp til tað sama, sum kanningin kemur fram til, nevniliga at greitt samsvar er millum tal av uppstillaðum kvinnum og tal av innvaldum kvinnum.