Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sandavágur ella Havnin?

Jóhann Lützen

Leygarmorgunin 18. mars endar landskappingin í talvi við stórum felagsumfari á Skúlatrøð í Klaksvík.

 
Mesti spenningurin er í 1. deild. Sandavágs Talvfelag hevur verið einaráðandi í vetur og vunnið allar níggju dystirnar. Men kortini er eingin avgerð fallin enn. Føroyameistarnir úr Havnar Telvingarfelag eru tvey stig aftanfyri. 
 

Vágamenn standa seg tí við hálvumøðrum stigi í innanhýsis dystinum millum oddaliðini í seinasta umfarinum. Tað røkkur til FM-sigurin. Havnarmenn mugu afturímóti vinna finaluna á vágamonnum í minsta lagi 3-1. Gera teir tað, verður umdystur um FM-heitið við nýggjari finalu í kviktalvi sama dag. 
 
Talvsamband Føroya ætlar at vísa leikirnar á teimum fýra borðunum í FM-finaludystinum beinleiðis á heimasíðuni – faroechess.com, umframt frá hinum báðum dystunum í 1. deild. Byrjað verður klokkan 10 leygarmorgunin. 

Les meira her. 

Harleywoodpaint