Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sangmøti í Betesda sunnukvøldið

Jóhann Lützen

Sunnukvøldið verður eitt sangmøti í Betesda við felagssangi, Kvartettin í Betesda fer at syngja, og evangeliið verður at hoyra.

 

Umframt kvartettina og felagssang fara Eyðfinn Reyðberg og Arne Simonsen at hava hvør sín stutta boðskap.

Kvartettin letur heilsa, at teir vóna at síggja mong í Betesda sunnukvøldið kl. 18 – hjartaliga vælkomin.