Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sangmøti í Betesda

Jóhann Lützen

Komið og syngið um himmalin saman við Kvartettini í Betesda sunnukvøldið kl. 18

Kvartettin í Betesda man teljast millum elstu sangbólkar her á landi. Teir byrjaðu at syngja saman í 1968, so í ár eru 55 ár síðan, og enn í dag eru teir sera virknir.

Nú sunnukvøldið 21. mai kl. 18:00 skipar kvartettin fyri einum serligum sangmøti í Betesda, Klaksvík, undir heitinum: ”Kom og syng saman við Kvartettini í Betesda”.

Himmalin verður evnið í øllum sangunum, bæði felagssangunum og teimm, sum kvartettin sjálv fer at syngja. Tveir stuttir boðskapir vera, har evnið sjálvsagt eisini er Himmalin.

Øll eru hjartaliga vælkomin, og bjóða endiliga onkrum við tær

Harleywoodpaint