Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sannførandi mannfólkamanningar hjá KRF

Jákup Ósá

KRF vann tveir av fýra róðrum á mannfólkasíðuni, tá Fjarðastevna var í Vestmanna leygardagin.

At framtíðin á mannfólkasíðuni sær gott út hjá KRF er lítið at ivast í, tá man sá róðrarnar á Fjarðastevnu í Vestmanna leygardagin. Dreingirnir umborð á Fípuni Føgru vunnu í stórum stíli og tað sama gjørdi Nevið Reyða hjá 8-mannaførunum. Frásøgumaðurin hjá KVF, Suni Merkisstein, segði eftir róðurin hjá Nevinum, at hesir røðararnir nú eru klárir at fara at kappast hjá 10-mannaførunum. Og rætt hevur hann helst, tí hjá 8-mannaførunum hevur Nevið Reyða verið so mikið sannførandi, at manningin nú eigur at fara at royna seg í 10-mannafarsróðrinum. Søgurnar siga, at gamla manningin á Klaksvíkingi fer at manna Klaksvíking aftur næsta ár og at møguliga fara hesir yngru røðararnir umborð á Nevinum at rógva við gamla Klaksvíkingi. Um tað hendir ella um vit kanska fáa ein Klaksvíking mannaðan við einari samanseting av gomlu manningini og nøkrum frá Nevinum vil bara tíðin vísa. Men tað vildi verið søguligt og stuttligt, um KRF kláraði at manna tvey 10-mannafør í 2017.