Handilsmiðdepilin í Runavík skipar fyri stórum spennandi tiltaki í nýggja Mentanarhúsinum í Runavík týskvøldið 19.mai.
Tiltakið kallast SANSA, og er hetta eitt væl krydrað kvøld, har limir í HMD bjóða teirra vørur og tænastur fram á ein kreativan hátt. Harumframt verður skemt og tónleikur eisini ein partur av kvøldinum, sum byrjar kl. 19.00 og endar kl. 23.00.
Á skránni er nógv forvitnisligt og spennandi. Eitt nú hava luttakandi limirnir í HMD vøruframsýning og sølu, umframt at mótahandlar hava mótasýning. Mótasýningin verður í tveimum, har børnini eru í tí fyrsta partinum. Vitjandi fáa bæði høvi at síggja vørubásarnar í steðginum og aftur seinni á kvøldinum.
Anna Nygaard av Glyvum fer at undirhalda við sangi. Anna er væl kend í tónleikaumhvørvinum. Hon varð ársins songrødd fyri nøkrum árum síðan, og eftir hetta hevur hon verið at hoyrt javnan við síni framúrskarandi rødd.
Ein fyrilestur verður eisini at hoyra, Sissal Kristinansen fer at hugleiða um tín persónliga samleika. Her hugleiðir hon m.a. um, hvat klæðini og litirnir tú brúkar siga um teg sum persón.
Tveir persónar, ein maður og ein kvinna, verða broytt. Til hetta hava vit stylist at hjálpa okkum. Broyttu persónarnir verða avdúkaðir síðst á kvøldinum
Spennandi ábit verður. Her er tað Oddvør Skarðhamar sum borðreiðir við italienskum brellbitum. Tað merkir at tú fært ein smakk at fleiri rættum, við einum íblástri úr Italia.
Jákup Veyhe og Kim Hansen hava skemt. Her verður sjálvandi eitt sindur av tónleiki, og kenna vit Jákup rætt, so plagar hann at verða undirhaldandi.
Atgongumerki á 200 kr. vera at fáa í Statoil Saltangará og limahandlum. Sí www.hmd.fo.
Luttakandi limir verða:
Berglon, Bakaríið, Bókabúðin, Borg, Colorama, EIK, Elding, FK Saltangará, Føroya Tele, Hjá Sannu, Ítróttur á Glyvrum, Jungmann, Opus, Orkis, Shop-in, Thomas Dam Búnýti, Trendfloor, Vodafone, Vøruhúsið




