Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sarah Mahfoud í SMS

SMS

Leygardagin 8. februar kl. 14 verður Sarah Mahfoud, heimsmeistari, at hitta á Torginum í SMS. Sarah Mahfoud vann heitið sum heimsmeistari í fjaðurvekt í boksing 1. februar í ár. Sarah er hálvur føroyingur, og fleiri kenna hana eisini frá Vild med dans, tá hon dansaði seg til 1. pláss.

Leygardagin verður so møguleiki at hitta Sarah, tá fer at skriva autografar og at taka mynd saman við fjepparum á Torginum í SMS. Eisini verður møguleiki at síggja serliga beltið hon vann, tá hon ognaði sær heitið sum heimsmeistari í fjaðurvekt.