Heilsurøktarafelagið hevur í vikuni handað lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum sáttmálakrøv síni.
Í summar gjørdi Heilsurøktarafelagið semju við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fyri tey, ið starvast í eldraøkinum, sum eru fevnd av sáttmálanum hjá felagnum og nú er hol sett á lønar- og sáttmálasamráðingarnar við Fíggjarmálaráðið, fyri tey sum arbeiða í sjúkrahúsverkinum og á Almannaverkinum, ið eru fevnd av sáttmálanum hjá Heilsurøktarafelagnum.
Nýggjur fundur er ásettur at vera í næstu viku.



