Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sáttmáli gjørdur við Føroyskar Sálarfrøðingar

Fíggjarmálaráðið

Fíggjarmálaráðið hevur í dag gjørt sáttmála við Føroyskar Sálarfrøðingar um royndarskipan um ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð til persónar millum 15 og 35 ár, sum hava angist ella lætt til moderat tunglyndi.

Samráðingarnar byrjaðu tann 13. januar. Fundirnir hava verið 5, og nú, komið er á mál, kann royndarskipanin við ókeypis sálarfrøðiligari viðgerð verða sett í verk.