Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Savnið á Torradøgum

Dávur Winther – myndir: Fornminnasavnið

Seinastu tíðina hevur savnið verið skert vegna Koronastøðuna og tilmælini um korona sum heild. Tó hava  bólkar, skúlaflokkar og onnur vitjað, har tað hevur hildið at vera ráðiligt. Men nú sær út til viðurskiftini fara at batna.

Savnið eigur nógvar myndir, sum ikki liggja á nøkrum almennum staði, og á nógvum eru fólk og støð, har eingin nøvn eru á. Ein framsýning við hesum myndum verður í Miðstovuni hósdagin í Torravikuni.

Kanska kennir tú onkur á myndunum og kann seta nøvn á? Í hesum sambandi hevur Norðoya Fornminnasavn eina myndaframsýning við einum lítlum úrvali úr goymsluni. Ætlanin er at leggja myndir út, møguliga á einum FaceBook bólki.

Umvælingar vera gjørdar á savninum, í summar vórðu húsini tjøraði, og í næstum verða fleiri umvælingar gjørdar, bæði innan og uttan – hettar við vælvild frá Klaksvíkar Kommunu, sum letur pengar.

Í fleiri áratíggju høvdu Ester og Jens Sofus Isaksen handilsvirksemi Úti í Klaksvík. Savnið hevur nakrar myndir av teimum, ta síðstu tíðina, tey handlaðu Úti í Klaksvík. Ætlanin er at handilshølini, sum seinastu árini hevur hýst Leikalund, í framtíðini skula vera ein partur av framsýningini á savninum, eins og aðrar ætlanir eru við Spaniastovu, og skrivstovuhølini eisini skulu gerðast til framsýningarhøli.

Fleiri myndir eru av útbyggingini av Kósini í seinnu helvt av 70´unum, og nakrar eru skannaðar og liggja frammi á Torradøgunum.

Norðoya Fornminnasavn

Hósdagur 24. februar 2022                                                                      

kl. 13.00 til 18.00  Myndaframsýning í Miðstovuni