Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Science Fiction í Húsinum hjá Karli

Tíðindaskriv

Mikukvøldið 18. november kl. 20 verður forkunnugur fyrilestur í “Húsinum hjá Karli” í Norðragøtu.

Húsið hjá Karli er serstaka stoypta býlið, sum myndar miðstaðarøkið í Norðragøtu, og sum Eysturkommuna keypti í 2018 til listarligt endamál sum part av ætlanini at skipa økið, sum liggur í tríhyrningi við ítrottarøkið í Sarpugerði og við Oyruna, har m.a  býráðshúsið, sum Osbjørn Jacobsen, arkitektur hevur teknað.

Tað er navnframi rithøvundurin, týðarin og essayisturin, Hanus Kamban, sum fer at halda fyrilesturin: “Vísindaskaldskapur (Science Fiction)  frá 1816 til uml. 1990”, sum snýr seg um sjangruna Science Fiction, um tey sum løgdu støði undir hann, um Mary Shelley við Frankenstein, Ray Bradbury, George Orwell, J.G. Ballard o.o. Høvi verður eisini at seta spurningar og tosa nærri um evnið aftaná fyrilesturin.

Fyri eini góðari viku síðani, hin 6. november, gav Hanus Kamban út sína nýggjastu bók, sum eitur “Tann sæla ræðslan”, og sum er eitt savn við 8 nýtýddum óhugnaligum stuttsøgum, sum eru týddar úr eingilskum, fronskum og týskum. Bókin, sum er 365 síður til longdar við 9 góðum myndum, verður eisini til keyps fyri serprís hetta kvøldið fyri 300 kr.

Tað er vert at býta merki í, at Hanus Kamban var tann fyrsti, sum nýtti hóskandi heitið Vísindaskaldskapur um sjangruna Science Fiction. Hetta var í sambandi við hansara verk “Tað nýggja Atlantis”, sum kom út í 2002, og sum er eitt savn av eitt sindur eldri týðingum Hanusar av klassiskum vísindaskaldskapi eins og ein viðgerð av sjangruini.

Hetta er fyrsta veruliga bókmentatiltak í “Húsinum hjá Karli” – fyrsta av mongum, vóna og ætla fyrireikararnir. Vegna umstøðurnar er neyðugt at tekna seg, og áhugað kunnu skriva ella ringja til telefonnummar: 211057 í seinasta lagi kl.12 tann 18/11.

 

Áhugafelagið Crayon

* Crayon er ein felagsskapur í Eysturkommunu, sum miðlar og fremur læring innan handverk og list í samstarvi við handverkarar, listafólk, onnur yrkisfólk, skúlar, myndugleikar, organisatiónir og onnur, sum virka innan handverk og list.

 

 

 

Harleywoodpaint